Føroyskir nevaleikarar vunnu ein av trimum dystum, sum vóru boksaðir á boksistevnuni í í Nykøbing í Sjællandi í kvøld.
Bert ein royndur boksari var við millum føroyingarnar á stevnuni í dag, og tað var David Kunoy, sum fekk uppreisn fyri finaludystin um sælandsmeistaraheitið, sum hann tapti móti sama mótstøðumanni fyri tveimum árum síðani.
Dysturin millum David Kunoy og Magnus Jensen úr Nykøbing á Falster gjørdist kanska eisini tann besti og javnasti dysturin á stevnuni í kvøld.
- Hvørgin vildi geva seg og tað gjørdist ein mannfólkadystir í øllum trimum umførunum. Talt var yvir báðar boksararnar, og talan va eisinir um ein sera javnan dyst, greiðir Martin Meng, venjari frá.
- Dómararnir sóu David sum vinnara, og tað var ein sera góður sigur at fáa heim við okkum aftur.
Aksel Jacobsen og Karstin Ljósstein royndu seg fyri fyrstu ferð í einum veruligum boksidysti, men teir taptu báðir. Venjarin ásannar, at teir taptu móti betri mótstøðumonnum. Teir báðir skulu heim at atbeiða við tí, sum teir lærdu í hesum dystunum, og so skulu teir nokk koma fyri seg.
Fyrrapartin vóru tríggir ungir boksarar við í sokallaðum diplomdystum fyri nýbyrjaðar.
Treytin fyri at fáa diplom er, at boksarin fær 27 stig frá dómaranum. Tað eydnaðist fyri Bjørn Sinclear og Kristinu Hayfield, men Marjun Slættanes náddi tíverri ikki upp á tey kravdu stigini, og má royna eina aðru ferð at royna at fáa hetta diplomið, sum er neyðugt fyri at koma víðari við boksingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald