Fótbóltur

Southgate fyribils úttikið 33 leikarar til EM-hópin

Harímillum eru heilt ungir og óroyndir leikarar í landsliðshøpi - nakrir merkisverdir leikarar eru als ikki við. Hópurin skal skerast niður til 26 mans um eina viku.

2021-05-25 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-endaspælið, ið skuldi verða leikt í fjør, men sum varð flutt til 2021 orsakað av koronustøðuni í Evropa í fjør, nærkast av álvara. Nógvir landliðsvenjarar hava kunngjørt sín hóp, og í dag kunngjørdi Gareth Southgate bruttohópin hjá Onglandi. Talan er um eitt av landsliðnum, ið er mest undir luppinum, og hópurin hjá Southgate er framvegis ikki endaligur - tað verður hann týsdagin 1. juni.

33 leikarar eru úttiknir í fyrstu syftu. Til hetta endaspælið er loyvt at hava 26 leikarar við í mun til 23, ið hevur verið tað vanliga til endaspøl í longri tíð. Landsliðsvenjarin hjá Onglandi segði, at orsøkin til at 33 leikarar eru viðnú, er at nógvir skulu spæla evropeiskar finalu í vikuni (United er í Europa League finaluni - City og Chelsea bresta saman í Champions League-finaluni leygardagin) og vera harvið ikki til venjing. Harumframt er heilsustøðan óviss hjá fleiri leikarum; serliga hjá Harry Maguire, Kalvin Phillips og Jordan Henderson.

Millum hesar 33 leikararnar eru heilt ungir og óroyndir leikarar í landsliðshøpi. Merkisvert er millum annað, at tveir ungir verjuleikarar við fornanvinum Ben, ið ongantíð áður eru úttiknir, eru við. Talan er um Ben Godfrey úr Everton og Ben White úr Brighton. Nakað yngir leikarar eru í hópinum: Jude Bellingham og Jadon Sancho, ið báðir spæla í Dortmund, Bukayo Saka, Phil Foden og Mason Greenwood. Síðstnevndi fyri fyrstu ferð síðani hendingina í samband við landsdystin á Íslandi, har hann og Foden brutu liðreglar og koronureglur við at bjóða tveimum íslendskum kvinnum inn á kamar teirra á gistingarhúsinum. Hetta vísti Southgate á var ein farin kapittul.

Southgate hevur tikið fýra leikarar, ið vanliga spæla á høgra bakki út, og spurdur um tað á tíðindafundinum segði hann, at hann fyrst og fremst sær teir sum fýra sera góðar fótbóltsleikarar, og at teir eisini kunnu spæla onnur pláss: Kyle Walker og Reece James sum vongbakkar og uttaru miðverjar í trýmansverju, Trippier sum vongbakkur og á vinstra bakki, og Trent Alexander-Arnold, ið ikki hevur verið nógv við í seinastuni, sum vongbakkur og miðvallari eisini. 

Aaron Wan-Bissaka úr Manchester United er ikki millum bakkarnar á listanum. Fikayo Tomori, sum hevur havt eitt gott kappingarár við AC Milan, er heldur ikki við. Tann verjukendi leikarin við flest royndum, ið ikki er partur av hópinum, er Eric Dier úr Tottenham. Hann hevur spælt 45 A-landsdystir og hevur verið til tvey endspøl. Í HM-endaspælinum í 2018 sendi hann Ongland víðari við seinasta brotsparkinum í áttandapartsfinaluni móti Columbia. Spurdur um Dier á tíðindafuninum segði Southgate, at hann hevði ógvuliga stóra virðing fyri manninum.

Longur frammi á vøllinum er tað serliga merkisvert, at James Maddison, Danny Ings og Patrick Bamford ikki eru við. Álopskendi miðvalalrin hjá Leicester hevur tó verið plágáður av skaðum í ár og er í harðari kapping um pláss á landsliðnum. Ings var sterkari tíðliga í kappingarárinum og hevur síðani havt korona og knæskaða.

Bruttohópurin hjá Onglandi:

Málverjar:
Dean Henderson (Manchester United), Sam Johnstone (West Bromwich Albion), Jordan Pickford (Everton), Aaron Ramsdale (Sheffield United).

Verjuleikarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Ben Chilwell (Chelsea), Conor Coady (Wolves), Ben Godfrey (Everton), Reece James (Chelsea), Harry Maguire (Manchester United), Tyrone Mings (Aston Villa), Luke Shaw (Manchester United), John Stones (Manchester City), Kyle Trippier (Atletico Madrid), Kyle Walker (Manchester City), Ben White (Brighton & Hove Albion).

Miðvallarar: Jude Bellingham (Borussia Dortmund), Jordan Henderson (Liverpool), Jesse Lingard (Manchester United), Mason Mount (Chelsea), Kalvin Phillips (Leeds), Declan Rice (West Ham), James Ward-Prowse (Southampton).

Áleyparar: Dominic Calvert-Lewin (Everton), Phil Foden (Manchester City), Jack Grealish (Aston Villa), Mason Greenwood (Manchester United), Harry Kane (Tottenham), Marcus Rashford (Manchester United), Bukayo Saka (Arsenal), Jadon Sancho (Borussia Dortmund), Raheem Sterling (Manchester City), Ollie Watkins (Aston Villa).

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder