Fótbóltur

Spæla á tíggju-ára degnum fyri stóra bragdið í Grikkalandi

Føroyar skulu royna at endurskapa eitt stórt úrslit á útivølli á dagfestingini 14. november. Tað eru yvir fýra ár síðani seinasta útisigurin í kappingardysti.

Núverandi landsliðsliðformaðurin og núverandi hjálparvenjarin, Viljormur Davidsen og Atli Gregersen stórfegnast saman við hinum eftir seinasta bríksl í Piræus - fyri nú júst tíggju árum síðani

Núverandi landsliðsliðformaðurin og núverandi hjálparvenjarin, Viljormur Davidsen og Atli Gregersen stórfegnast saman við hinum eftir seinasta bríksl í Piræus - fyri nú júst tíggju árum síðani

2024-11-14 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin): 14. november 2014 er ein serstakur dagur fyri føroyskan fótbólt. 1-0 sigurin í Piræus í Athen-útryðuni sendi skjálvtar gjøgnum fótbóltsevropa. Hann var púra uppiborin og greitt tann flottasti útisigurin í søguni hjá føroyska manslandsliðnum.

Heimáskoðarnir vóru vitni til grikskan harmleik, meðan føroyingarnir, sum í fólkatali og fótbóltsiðvenju so dyggilig eru við undirlutan, fegnaðust sum um at evropameistaraheiti var komið í hús eftir seinasta bríksl.


Her fegnast føroysku spælararnir um stórfingna sigurin í Grikkalandi 14. november 2014 - tað eydnaðist ikki at finna sjálvi hæddarpunktini frá dystinum, har Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið  

Sí dómaraseðil frá dystinum í 2024 her

Grikkaland kom ikki til EM-endaspælið, og stutt áðrenn uppsagdi landsliðsvenjarin hjá Grikkalandi Claudio Ranieri fór í gongd við sítt ævintýr í Leicester á sumri 2015, var gandakent kvøld á Tórsvølli. Har vunnu Føroyar fyri aðru ferð innan sjey mánaðar á grikkum undir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen.

Seinni sigurin á Grikkalandi gjørdi nærum føroysku spælararnir til fólkahetjur. Tann fyrri vendi veruliga gongdini hjá føroyska mandslandsiðnum. So er spurningurin, hvat hendir í Armenia í kvøld, og hvat ein sigur kundi merkt fyri føroyskan fótbólt.

Tað eru tólv dystir spældir og yvir tvey ár og síðani seinasta føroyska kappingarsigurin. Hetta var 22. september 2022 móti Turkalandi í Turkalandi - eisini í Nations League. Tað eru yvir fýra ár síðani, at Føroyar seinast vunnu á útivølli í kappingardysti. Tað var í september 2020 í Andorra (1-0 í Nations League) 

Hagtøl eru til at broyta. Sigurin í Grikkalandi fyri júst tíggju árum síðani var tá tann fyrsti á útivølli í 13 ár

Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
17.00 Armenia - Føroyar 

Portalurin koyrir beinleiðis blogg eina løtu upp til dystin og undir dystin. Eftir dystin hava vit viðmerkingar úr føroysku leguni. Kringvarpið vísir dystin - FM1 sigur frá á staðnum.

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey resta í:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig 

Niðasta liðið eftir seks umfør flytir niður ella skal spæla um tað

Sí eisini: Føryar skulu helst hava stig í Armenia

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson fagnaður, eftir at toftamaðurin hevur skorað til 1-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Jóan Símun er ikki úttikin hesaferð. Sum in.fo skrivar, eru seks spælarar, ið eisini vóru við í Piræus, við hópinum í dag. Umframt hetta er Atli Gregersen, sum tá spældi 90 minuttir í miðverjuni, hjálparvenjari í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder