Ein rúgva av landsliðsvirksemi verður á skránni í summar, og tað byrjar í ein mun veruliga í dag, leygardagin 3. juni.
Tvey lið á dreingja/manssíðuni vitja á Hafnarfjørðinum. Hóparnir hjá U17 og U21 ferðaðust yvir til grannalandið fyri vestan í gjármorgunin. Hjá báðum eru tveir venjingardystir móti Íslandi fyri framman.
Ungu menninir undan fráferð í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Fyri U21-landsliðið er hetta fyrireiking til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi seinni í mánaðinum. Hjá U17-landsliðnum er talan um kærkomnan møguleika at royna seg í altjóða dysti, men tað er eisini fyrireiking til European Open, sum verður í Göteborg í næstu viku.
Samanlagt fýra dystir eru á skránni í Kaplakriki, høllini í Hafnafirði, og allir kunnu stroymast, kunnar Hondbóltssambandið um:
Dystirnir liggja soleiðis (føroyskar tíðir):
Leygardagin 3. juni kl. 16.00 U17 Ísland – Føroyar
Leygardagin 3. juni kl. 18.30 U21 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 15.00 U17 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 17.30 U21 Ísland – Føroyar
Stroyming: HSÍ - YouTube
Útileikarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki við hetta vikuskiftið, men verður heilt víst við til endaspælið. Vónað verður eisini at fáa Bjarna í Selvindi til reiðar. Skálamaðurin er darvaður av skaða í fótínum.
Les eisini: Óli verður ikki við til U21-HM
Nakrir av hesum vera við í Íslandi, men ikki í Svøríki har aðrir vera við ístaðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald