Tað er landsliðsvika á manssíðuni, og føroyska landsliðið nýtir høvi at venja nógv saman. Hetta er umráðandi liður í fyrireikingunum til HM-play off dystirnar móti Norðurmakedónia í mai.
Eisini hevur hópurin verið og heilsað uppá ymisk fólk; bæði skúlanæmingar og stuðlar. Tíðliga í annaðkvøld verða bæði hondbóltur og myndir/autografar á skránni á Hálsi.
- A-landsliðið hjá monnum venur saman í Føroyum hesa vikuna. Í morgin, fríggjadagin kl. 17.00 á Hálsi, verður innanhýsis venjingardystur, har fólk eru vælkomin at hyggja. Eisini verður møguleiki fyri at heilsa uppá leikararnar eftir dystin, skrivar Hondbóltssamband Føroya
Sí eisini: Eru nú av álvara í gongd saman
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir verða at síggja - Peter Bredsdorff-Larsen roynir at fyrireika menninar til lykladystirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Føroyski hópurin til venjingarleguna:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Verjuspælari
Julian Kragesteen, Køge Hondbold (DEN) - Verjuspælari
Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Bárður Dam, KÍF
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald