Føroyska U17-landsliðið hevur spælt sjey dystir í European Open hesa vikuna. Úrttøkan hevur verið tríggir sigrar, heili tríggir javnleikir og ein ósigur - móti Spania.
Spælararnir hava fingið høvi at ment seg og roynt seg í altjóða høpi í Göteborg. Klokkan 12.30 er seinasta uppgávan á skránni, og er talan um dystin um 9. plássið.
Sí eisini: Skulu spaæla um 9. plássið í European Open
Hetta er tað hægsta, Føroyar kunnu enda, nú liðið júst ikki kom víðari úr innleiðandi bólkaspælinum. Tjúgu lið eru við í European Open fyri U17-dreingir.
Kekkia vann hin bólkin í millumumfarinum. Harvið er tað mótsstøðuliðið hjá Føroyum í stóru Scandinavium í dag.
Dysturin byrjar klokkan 12.30 og kann stroymast á ehftv.com. Einasta sum er neyðugt er at hava ein brúkara - tað er skjótt og ókeypis at stovna ein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald