HM undankappingardystur verður á Tórsvølli í kvøld, og talan er um síðsta umfar í undankappingini til HM fyri kvinnur 2023.
Føroyar og Skotland bresta saman. Liðini spældu eisini á stóra Hampden Park í september í fjør. Har vunnu stórfavorittarnir stórt, men Maria Biskopstø skoraði fyri Føroyar.
Hetta er annað av málunum, ið liðið hevur fingið í teimum sjey dystunum í undankappingini. Hitt kom eisini í 7-1 ósigiri og eisini eftir hornaspark. Tað var móti Ungarn á Tórsvølli í fjør, har Lea Lisberg legði Føroyar á odda.
Fríggjakvøldið spældu føroysku kvinnurnar ein góðan dyst á heimavølli móti Ukraina, sum endaði við 0-3 ósigri. Nú eru seinasta hond lagd á fyrireikingarnar til seinasta dyst í hesari undankappingini, har Føroyar hava tapt allar dystirnir, og har málúrttøkan eftir sjey dystir er 2-50.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18 og til ber at keypa atgongumerki her
Fótbóltur
Spæla seinasta dystin í undankappingini móti Skotlandi
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld verður klokkan 18.
2022-09-06 12:29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald