Í juni mánaða fer A-landsliðið við kvinnum til Litava at taka lut í Baltic Cup, har mótstøðulondini eru Litava, Lettland og Estland. Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyska kvinnulandsliðið skal royna seg móti baltisku londunum - leingi hevur eitt samstarv verið, og Føroyar eru áður bodnar við til Baltic Cup.
Kappingin verður hesuferð skipað við einum innleiðandi dysti og síðan finalu og dysti um 3. plássið, skrivar fsf.fo.
- Lutakast hevur verið um leikskránna, og Føroyar skulu í fyrra dystinum spæla ímóti Estlandi, meðan Litava og Lettland bresta saman. Dysturin móti Estlandi verður spældur hósdagin 10. juni klokkan 14.00 føroyska tíð.
Føroyar og Estland spældu 1-1 javnleik í venjingardysti á Tórsvølli í mars í fjør. Tað var Rannvá B. Andreasen, ið skoraði føroyska málið við óbeinleiðis frísparki inni í estiska brotsteignum. Talan var um seinasta landsdystin hjá Rannvu.
Vinnararnir hittast í finalu, sum verður sunnudagin 13. juni á middegi - dysturin um 3. plássið verður spældur beint áðrenn
Dystirnir í Baltic Cup verða fyrstu dystirnir hjá Lene Terp sum landsliðsvenjara, og kappingin er liður í fyrireikingunum til HM undankappingina, sum byrjar í september. Í tí undankappingini skulu Føroyar spæla móti Spania, Skotland, Ukraina og Ungarn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald