Um tvær vikur er ein av heimsins størstu árligu ítróttarhendingum á skránni. Super Bowl nummar 58 verður spæld í Las Vegas. Amerikanskur fótbóltur er størsta ítróttargreinin í USA, og umframt yvir 100 milliónir sjónvarpshyggjarar í USA so eru eisini ógvuliga nógvar milliónir kring heimin, sum fylgja við.
Tað er stórt "show" við millum annað undirhaldi og framførslum áðrenn og í hálvleikinum. Í mun til sjálvt spælið: Luttakandi liðini skulu finnast í kvøld og í nátt "evropeiska tíð" - tað er "Championship Sunday" í USA.
Tvær "undirdeildir" eru í NFL, og tað er í teimum, at tað verður spælt í endaspælinum. Har hava Kansas City Chiefs og Baltimore Ravens vunnið sær við til veg til finaluna í American Football Conference (AFC). Chiefs vann Super Bowl í fjør, men kappingarárið hjá stjørnuquarterbakkinum Patrick Mahomes og álopinum hevur ikki verið so gott sum undanfarnu árini, men í endaspælinum hevur Chiefs verið sannførandi. Nógv skal tó til fyri at vinna í Baltimore. Lamar Jackson verður helst MVP í NFL, og Ravens er størsti Super Bowl-favoritturin í løtuni.
Í National Football Conference (NFC) verður finalan spæld seint í kvøld og í nátt. Har er tað áhugaverda søgan um San Francisco 49'ers, ið er har fjórða árið á rað og hevur verið NFC-favorittur alt árið, móti Detriot Lions. Leyvurnar vunnu fyrr í mánaðinum sín fyrsta endaspælsdyst síðani 1991 og hava ongantíð verið í Super Bowl.
AFC-finalan (onnur hálvfinalan)
20.00: Baltimore Ravens - Kansas City Chiefs
NFC-finalan (hin hálvfinalan)
23.30: San Francisco 49'ers - Detroit Lions
Annað
Spæla um Super Bowl-pláss í kvøld og í nátt
Klokkan 20 bresta Baltimore Ravens og meistararnir úr Kansas City Chiefs saman, og stutt fyri midnátt spæla favorittarnir San Francisco 49'ers móti avbjóðarunum: Leyvunum úr Detroit.
Fer Patrick Mahomes at koma í í Super Bpwl fyri fjórðu ferð í sínari yrkisleið, ella órógva Baltimore Ravens verjuna hjá Kansas City Chiefs av Lombardi-steypunum ? Hetta skal svar fáast á í kvøld (Mynd: EPA)
2024-01-28 16:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald