Fótbóltur

Spania og Italia vunnu sær fyrimunin í bólkinum

Spania vísti skerpni og styrki móti Kroatia, meðan Italia svaraði væl aftur eftir ein stóran skelk og søguliga skjótt mál hjá Albania.

Liðformaðurin Alvaro Morata (t.v.) legði Spania á odda eftir sending frá Fabián Ruiz (t.h.). Tríggjar minuttir seinni økti Ruiz sjálvur við vøkrum máli (Mynd: EPA)

Liðformaðurin Alvaro Morata (t.v.) legði Spania á odda eftir sending frá Fabián Ruiz (t.h.). Tríggjar minuttir seinni økti Ruiz sjálvur við vøkrum máli (Mynd: EPA)

2024-06-15 22:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta umfar í bólki B var á skránni í kvøld. Har endaði tað við, at tey størru liðini vunnu.

[object Object][object Object]
Skíggjamyndir: portal.fo

Kroatia hevði nakrar stórar møguleikar móti Spania, sum ikki verður roknað millum allarfremstu favorittarnar hesaferð. Tað eydnaðist tó ikki at gagnnýta hesar - heldur ikki brotsspark seint í dystinum. Beint aftaná 1-0 málið og 2-0 málið hjá Spania hevði Unai Simon eisini stórar bjargingar.

Tað var ikki ein "klassiskur" spanskur sigur. Sjálvt í fyrra hálvleiki, tá øll tey trý sponsku málini fullu, hevði Kroatia bóltin eitt vet meira.. Sponsku spælararnir vardu tó sum heild væl og gjørdi bart við kontraálopi - fyrsta málið sum Morata skoraði trygt eftir flotta sending í dýbdina - goóðum einstaklingaavriki: Mál nummar tvey har Fabian Ruiz dribblaði væl og smekkaði bóltin í netið og so innleggi frá 16-ára gamla Lamine Yamal úr Barcelona til roynda Real Madrid-bakkin Dani Carvajal. Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá Carvajal, sum eisini skoraði í Champions League-finaluni.

3-0 í steðginum og so koyrdi spanska liðið tey trý stigini trygt í hús. Ein ávísur "fastleiki". Kroatar skulu reisa seg móti Albania mikudagin 

[object Object]
Dagsins spælari í Berlin: Fabián Ruiz (Mynd: EPA)

[object Object]Blaðungi Yamal úr Barcelona legði innfyri til roynda Carvajal úr Real Madrid, sum ikki skorar nógv mál. Í kvøld stútaði hann tó væl (Mynd: EPA)

Met og málveitsla fyrstu løtuna

23 sekundir. So stutta tíð tók tað Nedim Bajrami at sláa til fyri Albania og smekka bóltin undir nettakið. Hann skoraði eisini til 1-0 á Tórsvølli fyri beint undir einum ári síðani í undankappingini, og í Dortmund í kvøld var Bajrami til reiðar, tá Di Marco kastai innkast inn í egna brotsteig Tað var ov stutt til liðfelagan, og so gjørdist skjótasta málið í einum EM-endaspælið veruleiki.

[object Object][object Object]
Stórur fagnaður á albanum - í fjør vann liðið hjá Sylvinho undankappingarbólkin, har Føroyar vóru við (Myndir: EPA)

Dreymabyrjan hjá Albania, ið hevði stóran stuðul á áskoðaraplássunum. Italia risti tó skelkin av sær. Í 11. minutti var tað snilt stutt horna, Pellegrini legði bóltin í aftara øki, har Bastoni stútaði bóltin væl í netið. 1-1 og fimm minuttir seinni var Nicolo Barella heilt til reiðar, tá albanar ikki ruddaðu innlegg heilt burtur. Hálvfluktari í "hálvmánanum" og bólturin endaði í málhorninum.

Hetta varð seinasta málið í dystinum. Albania hevði nakrar støður, men Italia tekur trý stig við sær til stórdystin móti Spania. Evropameistararnir hava ikki somu styrki sum í 2021 men kunnu helst sníkja seg langt í kappingini.

[object Object]
Evropameistararnir svaraðu skjótt aftur. Her fagnast teir hjá Gli Azzuri um leiðslumálið eftir eitt korter (Mynd: EPA)

Til ber at síggja málini úr Dortmund á dr.dk.

EM 2024 - Bólkur B:
Leygardagin 15.06

Spania - Kroatia 3-0 (3-0)
29' Alvaro Morata 1-0
32' Fabian Ruiz 2-0
45 (+2)' Dani Carvajal 3-0

Italia - Albania 2-1 (2-1)
1' Nedim Bajrami 0-1
11' Alessandro Bastoni 1-1
16' Nicolo Barella 2-1

2. umfar:
Mikudagin 19.06 kl.
 14.00: Kroatia - Albania
Hósdagin 20.06 kl. 20.00: Spania - Italia


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder