Fótbóltur

Spennandi avbjóðingar í evropeisku kappingunum

Víkingur spælir móti Europa FC á Tórsvølli í kvøld. HB og B36 skulu royna seg í morgin, HB heima móti Newtown og B36 úti móti Borac Banja Luka.

Seinast víkingur spældi evropeiskt, var í 2018 móti Torpedo Kuraisi úr Georgia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinast víkingur spældi evropeiskt, var í 2018 móti Torpedo Kuraisi úr Georgia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-06 17:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki bara KÍ sum hevur stóra evropeiska uppgávu á fótbóltsvøllinum í kvøld. Eisini Víkingur skal spæla sín fyrsta evropeiska dyst í hesum umfari.

Og dysturin verður spældur “heima” á Tórsvølli í kvøld móti Europa FC úr Gibraltar. Bríkslað verður í gongd klokkan 19.

Talan er um Uefa Conference League, sum Víkingur spældi seg í við at vinna bronsu í Betrideildini í fjør.

Europa gjørdist nummar tvey í kappingini í Gibraltar í fjør eftir Lincoln Red Imps. Europa hevur ongantíð havt føroyska mótstøðu í evropeiskum fótbólti fyrr. Liðið hevur luttikið í evropeiskum fótbólti á hvørjum ári síðan 2014, men verður sum oftast sligið út í fyrsta umfari.

Tvær ferðir er liðið komið víðari, í 2016 og 2019 í Europa League. Fyrru ferð slóu teir eitt lið úr Armenia út, og aðru ferð gekk tað út yvir eitt lið frá Andorra.

Evropeiska hæddarpunktið hjá Víkingi var í 2014 tá teir komu í triðja undanumfar í Europa League, millum annað við at vinna á norska felagnum Tromsø IL.

Víkingur hevur annars ikki spælt evropeiskt síðan 2018 efti at teir gjørdust føroyameistarar í 2017. Tá gekk ikki so væl. Slignir út úr Champions League av finsku meistarunum HJK og síðan úr øðrum umfari av Europa League av georgiska liðinum Torpedo Kutaisi.

Um Víkingur vinnur móti Europa FC, skulu teir spæla annað undanumfar móti vinnaranum av dystinum millum DAC 1904 Dunajská Streda úr Slovakia og Cliftonville úr Norðurírlandi.

Føroysku silvurvinnararnir úr HB og steypavinnararnir úr B36 eru eisini við í hesum umfarinum í Conference League, men spæla sínar dystir í morgin, hósdagin.

HB spælir heima móti Newtown úr Wales, og B36 spælir úti móti FK Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina. Hvørki av hesum liðunum hava havt føroyska mótstøðu í evropeiskum fótbólti fyrr.

Um HB spælir seg víðari móti Newtown, skulu HB’ararnir spæla móti søguríka slovakiska liðinum FC Spartak Trnava, sum kemur beinleiðis inn í annað umfarið í Conference League. Liðið spældi seg í Conference League við at gerast nummar trý í slovakisku kappingini.

Um B36 knógvar FK Borac Banja Luka skulu teir í næsta umfari spæla móti vinnaranum av dystinum millum Fola Esch úr Luksemburg og Tre Fiori úr San Marino. KÍ knústi Tre Fiori 9-1 tilsamans í Europa League í 2019, men sannlíkindini fyri, at liðið kemur víðari móti Fola Esch eru smá.

Fola Esch gjørdist nummar trý í landskappingini í Luksemburg. Teir spældu seg fram til play-off dystirnar í Conference League í fjør, men hava ongantíð havt føroyska mótstøðu í evropeiskum fótbólti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder