Hondbóltur

Spennandi lutakast í Keypmannahavn seinnapartin

Føroysku menninir eru í potti 2 í lutakastinum til EM-undankappingini. Lutakastið er klokkan 15.30. Tað kann stroymast og til ber at fylgja á Portalinum.

Føroyar fingu stig móti Noreg í sínum fyrstu EM-endaspælið. Í heyst byrjar undankappingin til tað sum vónandi verður EM nummar tvey hjá føroysku monnunum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar fingu stig móti Noreg í sínum fyrstu EM-endaspælið. Í heyst byrjar undankappingin til tað sum vónandi verður EM nummar tvey hjá føroysku monnunum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-21 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í januar var stórhending fyri føroyskan ítrótt í Berlin, tá eitt føroyskt vaksnamannalandslið á fyrsta sinni spældi í einum A-endaspælið, sum man hevði vunnið seg til.

Túsundtals føroyingar settu sín serliga dám á týska høvuðstaðnum, har føroyska liðið eisini avrikaði betri enn væntað: Heilt tættir dystir móti Póllandi og Slovenia og ein ógvuliga minniligur javnleikur móri Noreg.

Føroyingar vilja sjálvandi hava løtur sum hesar aftur. Í løtuni snýr tað seg um HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia 8. mai og 12. mai. Ein samanlagdur sigur har gevur pláss í HM-endaspælinum í januar 2025.

Í heyst byrjar undankappingin til EM-endaspælið í 2026. Tað er tíðliga at siga, men á pappírinum hava Føroyar ein góðan møguleika at venda aftur til EM, sum tá verður í skandinavisku londunum. Okkara eru í næstovasta styrkisbólki, og tað hevur eitt A-landslið í hondbólti ongantíð verið áður.

Sí eisini: Kjartan vil millum annað møta Íslandi

Góðu úrslitini seinastu árini hava sett Føroyar í støðuna, at man bert skal møta eitt av hinum topp-20 liðunum í Evropa - tvey ella trý lið koma víðari úr hvørjum bólki.

Júst hvussu tað háttar seg fæst greiða á seinni í dag. Keypmannahavn verður ein av vertsbýnum til EM 2026 og tískil verður lutakastið at Clarion gistingarhúsinum beint við flogvøllin í Kastrup.

Tað byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð og kann stroymast á Youtube-rásini hjá EHF. Portalurin verður á staðnum í Keypmannahavn og vit koyra við einum benleiðis bloggi.

Styrkisbólkarnir til EM-lutakastið:

Styrkisbólkur 1:
Týskland
Spania
Ungarn
Ísland
Kroatia
Slovenia
Portugal 
Niðurlond 

Styrkisbólkur 2: 
Eysturíki 
Montenegro
Serbia
Pólland 
Kekkia
Norðurmakedónia
Føroyar - nummar 20 í Evropa
Grikkaland

Styrkisbólkur 3: 
Bosnia & Hersegovina
Slovakia
Belgia
Sveis
Rumenia
Litava 
Ukraina 
Italia

Styrkisbólkur 4: 
Finnland
Ísrael 
Estland
Georgia
Turkaland
Luksemborg
Kosovo 
Lettland

Eitt lið úr hvørjum styrkisbólki verður í hvørjum undankappingarbólki. Fýra lið eru í hvørjum bólki. Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, umframt fýra teir bestu trý'ararnir, og tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini verða spældir í heyst.

Samanlagt eru seks undankappingardystir á skránni - ein heima og ein úti móti øllum liðunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder