2019-02-19 07:31
Frítíðarskúlin Smílibýlið skipaði fríggjadagin fyri talvkapping millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu.
Helgi Dam Ziska var høvuðsdómari í kappingini, saman við Niels Petersen úr Smílibýlinum.
Endaliga úrslitið varð, at Spírin fekk bæði fyrsta og annað plássið, og Hoyvík vann triða plássið í harðari kapping við Smílibýlið, ið endaði sum nummar 4, skrivar Tórshavnar kommuna.
Kommunan sigur, at talan var um eitt væleydnað tiltak, sum heitl vist fer at venda aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald