Triðja umfar liðkappingini í dart varð spælt á Argjum leygardagin. Liðkappingin er skipað í tveimum bólkum og spæld verða fýra umfør har øll liðini spæla á sama stað. Nr. 1 og 2 í hvørjum bólki eftir fýra umfør koma víðari til hálvfinalurnar.
Í bólki 1 hava føroyameistararnir úr Havnar Dartfelag 1 aftur verið einaráðandi í vetur. Leygardagin vunnu teir báðar dystirnar 9-0.
Hinvegin er enn spenningur um annaðplássið í bólkium. Argja Dartfelag 1 og Team Sandoy leiktu javnt, og tí verður alt avgjørt í síðsta leikumfari. Bæði liðini skulu spæla móti HDF 1 og tí er Argja Dartfelag nokk favorittur til enda nr. 2, við tað at teir hava betri settmun og eru 2 stig frammanfyri Team Sandoy.
Bólkur 2 er enn meira spennandi. Vága Dartfelag, D16 og Klaksvíkar Dartfelag 1 eru sera jøvn á ovastu plássunum. Øll trý liðini fingu ein sigur og ein javnleik leygardagin. Tískil er framvegis bara eitt stig á muni undan síðsta umfari. Klaksvíkingar skulu spæla móti D16 og VDF, meðan VDF og D16 eisini hava hvør sín dyst, har tey eru stórfavorittar móti aftaru liðunum í bólkinum. Klaksvíkingar kunnu tó avgera alt sjálvir, um teir vinna báðar dystirnar.
Síðsta umfar í liðkappingini verður í Miðvági 9. mars.
Bólkur 1
úrslit 2. februar
KDF2 - ADF1 5-9
ADF1 - Team Sandoy 8-8
HDF3 - HDF1 0-9
KDF2 - HDF1 0-9
Team Sandoy - HDF 3 9-5
Støðan eftir seks dystir:
Havnar Dartfelag1 12
Argja Dartfelag1 9
Team Sandoy 7
Klaksvíkar Dartfelag2 2
Havnar Dartfelag3 0
Bólkur 2
ADF2 - VDF 6-9
VDF - D16 8-8
HDF2 - KDF1 4-9
ADF2 - KDF1 8-8
D16 - HDF2 9-2
Støðan eftir seks dystir:
Vága Dartfelag 9
D16 8
Klaksvíkar Dartfelag1 8
Havnar Dartfelag2 4
Argja Dartfelag2 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald