Higartil hevur ligið væl fyri hjá føroysku U17 dreingjunum, sum í finaluni í European Open sum í hesum døgum hevur verið leikt í Svøríki.
Dysturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni, men tey, sum eru á Gibraltar til oyggjaleikir vilja sjálvsagt fylgja við gongdini.
Barrin og matstaðið The Arena beint við Sunborn, har føroysku umboðini og miðlarnir búgva, er karmur um spenningin, og vísur dystin á stórskíggja.
Millum áskoðararnar er millum annað Aksel V. Johannsen, løgmaður og mentamálaráðharrin Høgni Hoydal.
Sí myndirnar, sum Jens Kristian Vang tók á Gibraltar fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald