Annað

Sporðdrekin í finaluni í Trygd-kappingini fjórða árið á rað

Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin vann í gjár hálvfinaluna í Trygd-kappingini móti Hamar.

2019-03-05 22:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin vann í gjár hálvfinaluna í Trygd-kappingini móti Hamar 59-44.

Sigurin gjørdist rættuliga stórur at enda við. Men tað var Hamar, ið var á odda í hálvleikinum. Hamar vóru eisini grammari enn grannarnar og líktist einum komandi finalisti í hálvleikinum. Tá triði fjórðingur var komin í helvt tók Sporðdrekin tó veruliga yvir og byrjaði leggja stórt trýst á Hamar í álopsspælinum. Trýstið hevði við sær, at Hamar fingu nógvar feilir dømdar móti sær. Hetta fekk eisini avleiðingar fyri ein av allarbestu leikarunum hjá Hamar, Sjúrður Sivertsen, sum gjørdi sín 5. feil í dystinum og harvið bleiv útvístur. Eftir hetta gekk illani hjá Hamar at fáa stig, samstundis sum Sporðdrekin fekk gongd á sítt spæl. Hamar kom ongantíð fyri seg eftir hetta og Sporðdrekin økti um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum og vann at enda ein rímuliga tryggan sigur.

Sporðdrekin er harvið enn einaferð við í finaluni í Trygd-kappingini, ið verður leikt 23. mars í høllini á Argjahamri.

Hvørjum Sporðdrekin skal leika móti verður avgjørt leygardagin, tá ið Hávur og Ravnur leika í hinari hálvfinaluna. Í innleiðandi kappingini vann Hávur 3 dystir og tapti 5. Ravnur vann 7 dystir og tapti bert tann eina.

Gongdin:

Sporðdrekin – Hamar:

  1. fjórðingur 16 - 12
  2. fjórðingur 22 - 27
  3. fjórðingur 41 - 32
  4. fjórðingur (endaligt) 59 - 42

Flest stig:

Hamar: Ólavur W. Joensen 19 stig

Sporðdrekin: Magnus Jakobsen 18 stig

Sporðdrekin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder