Kappróður

Staðfest: Fyrsti FM-róðurin verður um eina mánað

Klaksvíkar Róðrarfelag avgjørdi á aðalfundi í gjárkvøldið, at Norðoyastevnurróðurin verður. Tó saknar felagið greiðar manngaongdir fyri, hvussu hann skal avgreiðast.

Nevið Reyða á Norðyastevnu - Mynd: Jens Kr. Vang

Nevið Reyða á Norðyastevnu - Mynd: Jens Kr. Vang

2020-05-06 11:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein mánað frá í dag, leygardagin 6. mai, verður kappróður aftur. Hetta er greitt, eftir at Klaksvíkar Róðrarfelag, sum altíð stndur fyri ársins fyrsta róðri, tók tað avgerðina. 

Um sjálv Norðoyastevnan verður hildin í nakran mun í ár, er framvegis óvist, og tað verður eisini kappast uttan áskoðarar, og tað verður eingin heiðursmerkjahandan aftaná.

Hesum boðar KRF frá, og skrivar, at hetta er í tráð við tilmælini.

Magnus Norðberg, venjari og nevndarlimur í Klaksvíkar Róðrarfelagi, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at mett verður ikki, at gingið verður móti almennu tilmælunum, men tað hevur verið torført at tikið avgerð um hetta, tí at tað mangla greiðar vegleiðingar.

- Politiski myndugleikin sigur, at ítróttur skal verða, meðan heilsuráðgevingin sigur, at smittuvandin verður øktur, tá róð verður. 

Leygardagin hava Róðrarsambandið og feløgini um, hvussu kappróðurin í summar verður avgreiddur.

Nýggj nevnd

Avgerðin í Klaksvík í gjárkvøldið varð tikin á aðalfundi. Har varð nýggj nevnd vald.

Sonja Kjølbro, formaður
Per Venned, næstformaður
Elsa Maria í Beiti, kassameistari
Magnus Norðberg, skrivari
Jan Venned, nevndarlimur
Torfinn Viðoy, varalimur
Jóhan Mikkjalsson, varalimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder