Fótbóltur

Standmyndin av Zlatan er nú koppað

Annar fóturin er sagaður av, so at standmyndin av tí stóra svenska fótbóltsleikaranum nú ikki stendur.

Soleiðis sær tað út eftir herverki í Malmo í nátt (Mynd: Mikael Nilsson)

Soleiðis sær tað út eftir herverki í Malmo í nátt (Mynd: Mikael Nilsson)

2020-01-05 10:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni varð hann avdúkaður í AC Milan, har 38-ára gamli áleyparin skal hjálpa stórfelagnum at nærkast tindinum aftur. 

Í býnum har hann er uppvaksin, Malmö, hevur Zlatan Ibrahimovic verið sæddur sum ein hetja, men eftir at tað í november varð avdúkað, at Zlatan skuldi eiga part av Stokkhólm-felagnum Hammarby, er støðan broyt í eygunum hjá mongum.

Les eisini: 
-Zlatan svíkir Malmo
Herverk móti Zlatan-standmynd og íbúð hansara
Zlatan-standmynd aftur fyri herverki

Tað hevur serliga gingið útyvir stóru standmyndina, ið varð avdúkað í oktober uttanfyri leikvøllin hjá Malmö, ið Zlatan spældi við sum ungur. Standmyndin hevur fingið nakað avágangi, og í nátt varð hon koppað.

Bert føturnar standa eftir á "grundini" - restina av kroppinum liggur. Tað er sagað við annan fótin, so at  "kroppurin" hjá svenska fótbóltsleikaranum liggur vatnrætt yvir tað hegnið, ið mynduleikar settu upp í desember fyri at royna at forða fyri júst herverki. Ein T-shirt við tekstinum "Svøríki" er á høvdinum á Zlatan-standmyndini.

Tað hevur fyrr næstan eydnast at fáa standmyndina til at koppa við at sagað við fótin, og nú fer felagið sum varðar av standmyndina sambært svenskum miðlum helst at melda herverki til løgregluna og fer at kanna møguleikan fyri at fáa standmyndina ti umvælningar.  

Standmyndin av Zlatan Ibrahimovic í Malmö er tríggjar metrar høg og vigar 800 kilo. 

Kelda: tv2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder