Fótbóltur

Starvsnevndin tekur ælabogalitta útgerð upp til viðgerðar

Ælabogalitt liðskiparaband ella ikki. Tað er stóri spurningurin í hesum døgum, og nú fer starvsnevndin hjá FSF at viðgera spurningin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-23 10:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Saman við feløgunum fer starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya at viðgera íkomnu støðuna, í samband við, hvat er góðtikið at bera á útgerð og búnum í dysti, sigur felagsskapurin í fráboðan eftir, at kjak hevur tikið seg upp um avgerðina hjá nettupp FSF, at leikarar ikki skulu bera æltabogalitt liðskiparaband ella sveittiband.

- Í samband við fyrispurningar frá fólki og áskoðarum, hevur Dómaranevndin og Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya viðgjørt spurningin um tulking av grein 4 í fótbóltslógini, sum m.a. ásetur, at politiskir boðskapir vm. ikki eru loyvdir á búnum og útgerð, sigur FSF.

- Í hesum sambandi sendi FSF farna mikudag eina fráboðan til feløgini um, at grein 4 skal tulkast soleiðis, at politiskir boðskapir á búnum og úgerð ikki eru loyvdir. Hetta hevur síðan elvt til kjak millum feløgini.

Fótbóltssamband Føroya er ein felagsskapur hjá føroysku feløgunum, og roynt verður altíð at loysa møguligar ósemjur innanhýsis.

Formenninir í feløgunum verða kallaðir inn fyrst í komandi viku, og tá verða hesir spurningarnir viðgjørdir nærri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder