Tað restar bert ein undirskrift í, so er Stefan Radosavljevic yrkisspælari. 22-ára gamli tvøramaðurin hevur leingi havt ein dreym um hetta, og hevur í vetur jagstrað møguleikan.
Hetta hevur leitt Stefan til Sligo í Írlandi. Heimasíðan bolt.fo bar í gjár tíðindini um, at maðurin við málmetinum á U21-landsliðnum nú fór uttanlands at royna seg, og at sáttmáli skjótt fer at verða gjørdur við Sligo Rovers í bestu írsku deildini.
Stefan Radosavljevic hevur fyri løtu síðani sjálvur váttað fyri in.fo, at hann í gjár fór av landinum, og at bert sjálv undirskiftin manglar í.
Harvið verður skiftið helst endaliga kunngjørt seinni í dag. Stefan hevur í vetur partvíst vant við HB, ið hann hevur umboðað tvey tey seinastu árini. Tó ynskti spælarin ikki at skriva undir nýggjan sáttmála í fyrstu syftu, og eitt skifti til millum annað Skotlands hevur verið uppá tal.
Stefan hevði eitt persónligt gott ár við HB og kom á A-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Sligo Rovers endaði nummar fimm av teimum tíggju í bestu írsku deildini í fjør. Hatta var ikki nóg mikið at røkka evropeiskum fótbólti. Felagið úr býnum í útnyrðingspartinum av Írlandi var annars við til og við triðja umfar í Conference League í fjør, har Viking úr Noregi gjørdist ein ov stórur biti. Í umfarinum frammanundan varð Motherwell úr Skotlandi annars sent út.
Sligo Rovers hevur vunnið League of Ireland tríggjar ferðir - seinast í 2013 - og írsku steypakappingina fimm ferðir (millum annað í 2010, 2011 og 2013). Felagið spælir á "The Showgrounds", har pláss er fyri umleið 4.000 áskoðarum. Liðið spælir í reyðum.
Tekniskt dugnaligi miðvallarin við góðu málnøsini breyt ígjøgnum sum 16-ára gamla í TB/FCS/Royn og varð skjótt ein lyklaspælari. Á summri 2019 skifti hann til B36, har hann millum annað átti leiklut í evropeiska ævintýrinum í 2020. Í fjør gjørdist Stefan toppskjútti fyri HB í Betrideildini við 13 málum, og skoraði hann í miðal í øðrumhvørjum dysti. Samanlagt hevur tvøramaðurin spælt 188 dystir fyri bestu liðini hjá TB (TB/FCS/Royn), B36 og HB og skorað 53 mál.
Í november í fjør fekk hann sínar fyrstu A-landsdystir, og hann tryggjaði Føoryum javnleik í venjingarydystinum í Kosovo við frálíkum einmansavriki. Stefan hevur spælt 18 U21-landsdystir - tað er javnsett met - og hevur skorað 5 mál - tað er met.
Mynd: Sverri Egholm
Stefan Radosavljevic hevur, sum eftirnavnið vísir á, serbiskar røtur. Pápin Aleksandar (Sasha) Radosavljevic kom til Føroyar síðst í nítiárinum, og spældi hann fyri TB, GÍ og Royn. Stefan hevur so at siga altíð búð í Føroyum, men nú fer spennandi spælarin, sum er uppvaksin á Tvøroyri, at royna seg uttanfyri landoddarnar.
Írska kappingin byrjar longu næsta vikuskifti. Í 2021 spældi Sonni Ragnar Nattestad við Dundalk, ið eisini vanliga er eitt av ovaru liðunum. Miðverjin úr Miðvági skifti, eins og norðmaðurin Ole Erik Midtskogen (KÍ), beinleiðis úr Betrideildini í 2020 til Dundalk og írsku Premier Division. Deildin er í løtuni styrkismett nummar 36 í Evropa, sambært styrkistølunum hjá UEFA. Hetta er útfrá evropeisku úrsltunum síðstu fimm árini - Betrideildini er nummar 43.
Keldur: Faroesoccer og sligorovers.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald