Hann er uppvaksin í NSÍ, spældi eitt skifti í EB/Streymi og royndi seg eisini á Toftum í 2021 og 2022.
Í 2023 kom Steffan Abranhamsson Løkin aftur til barndómsfelagið og var við at skjóta tað uppaftur í Betrideildina við 19 málum.
Steffan hevði eitt ógvuliga gott kappingarár í fjør, har hann millum annað gjørødi tíggju mál fyri uppflytararnar, sum endaðu á 4. plássi.
Tað verður tó ikki talan um evropeiskan fótbólt hjá Steffani Løkin í summar. NSÍ boðaði í gjárkvøldið frá, at samstarvið millum partarnar er av:
Steffan hevur av persónligum ávum valt at gevast við fótbóltinum,
. Hóast vit í NSÍ eru sera hørm um tað, so er hetta ein avgerð, sum vit sum felag ynskja at virða. Hjartans takk fyri tær mongu góðu løturnar á fótbóltsvøllinum og fyri títt stóra íkast fyri felagsskapin, skrivar NSÍ millum annað á Facebook-síðu sínar.
Steffan Løkin hevur síðani sjálvur viðmerkt støðuna fyri heimasíðuni bolt.fo: Hugurin at venja og spæla er bara farin, staðfestir hann. Tað fer við nógvari tíð og var ikki stuttligt longur.
- Hetta hevur einki við NSÍ at gera. Eg havi bara ikki havt so góðan hug til fótbóltin í meira enn eitt ár, men ætlanin var, at spæla árið liðugt, og so taka støðu harfrá. Men tað bleiv bara for nógv. Tað var kki serliga stuttligt at møta upp til venjingar og serliga ikki til dystir, og tá ið man brúkar so nógva tíð uppá tað, so skal man helst tíma tað ordiliga væl. So nú spæli eg so ikki aftur í ár, men um eg so føli, at eg ikki klári at liva uttan at spæla, byrji eg kanska spakuliga aftur.
Nú gevst Steffan so at spæla fótbólt - í øllum førum fyribils.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald