Tað stendur á jøvnum 1-1 hjá bæði kvinnum og monnum í FM-finalunum.
Triðju finalurnar verða leiktar í dag, og menninir leggja út klokkan 16 í Vestmanna, har H71 er á vitjan. VÍF vann fyrstu finaluna greitt, men í Hoyvík mikukvøldið kundi tað ikki vera meira spennandi. Tað stóð á jøvnum bæði 60 minuttir og eftir longdu leiktíðina eftir 70 minuttir, og tí var neyðugt við brotskastskapping. Har koppaði tað til hoyvíkingar.
Hjá kvinnum vann StÍF fyrstu finaluna í Høllini á Hálsi meðan tað á Skála var Neistin sum vann dystin. Tað hava verið tveir javnir dystir, og lagt er upp til eitt brak av einari triðju finalu í dag.
Neistin og StÍF bresta saman í Høllini á Hálsi klokkan 19 í kvøld.
Liðini skulu vinna tríggjar FM-finalur fyri at vinna føroyameistaraheitið, og tí verður tað í fyrsta lagi mikudagin 21. apríl, at gullmerki og steyp verða handað. Um ein avgerð ikki fellur mikudagin, verður tað avgjørt leygardagin 24. apríl.
Kringvarpið vísir mansdystin millum VÍF og H71 klokkan 16 beinleiðis í sjónvarpinum. Dysturin millum Neistan og StÍF byrjar klokkan 19, og kann síggjast á live.hsf.fo.
Leygardagin 17. apríl
Menn FM-finala 3 kl. 16.00 VÍF – H71
Kvinnur FM-finala 3 kl. 19.00 Neistin – StÍF
Mikudagin 21. apríl
Menn møgulig FM-finala 4
Kvinnur FM-finala 4
Leygardagin 24. apríl
Menn møgulig FM-finala 5
Kvinnur FM-finala 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald