Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Reykjavik International Games 2019 við luttøku av eisini nógvum góðum føroyskum svimjarum.
Sambært svimjing.com er nógv sum bendir á, at ofta verða føroyingar í finalu, og væl møguligt eisini ofta føroyingar sum taka heiðursmerki.
Tilsamans eru tey eini 46 svimjarar úr Føroyum - 13 úr Havnar Svimjifelag, 18 úr Suðuroyar Svimjifelag og 15 úr Ægir – sum fara at kappast einar 242 ferðir í Laugardalslaug, hesar tríggjar dagarnar frá 25. til 27. januar 2019.
Nakrir av teimum svimjarunum, sum svimjing.com nevnir sum føroyskar favorittar eru Johan N. Dam (HS), Rebekka Trygvadóttir (Ægir), Rókur Trygvason (Ægir), Róland Toftum (SuSvim), Sára R. Nysted (SuSvim), Signhild Joensen (Ægir) og Vár E. Eidesgaard (HS).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald