Fótbóltur

Sterling tryggjaði Onglandi eina góða byrjan

Einsamalla málið í fyrsta dystinum á Wembley kom í 57. minutti.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-13 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólin bakaði, ein endaspælsdystur var aftur í London, Ongland skoraði einasta málið í dystinum, og so kundu áskoðarnir á Wembley og Ongland-fjepparar aðrastaðni syngja “It’s Coming Home”.

Um tað ger tað vil tíðin vísa, men byrjanin við trimum stigum var í øllum førum góð. Tað vóru ikki so nógvir málmøguleikar, tá liðið hjá Gareth Southgate tók ímóti Kroatia, ið var Onglandi at bana í hálvfinaluni í HM-endaspælinum fyri trimum árum síðani.

Heimaliðið var tó eina tonn betri og hevði eitt skot á stongina fyri steðgin. Hol kom á í 57. minutti, tá vælleikandi Kalvin Phillips rak væl og fann Raheem Sterling, ið hevði funnið pláss at renna i mitt fyri. Inni í brotsteignum var City-leikarin kroystur, men hann fekk prikað bóltin í málið, og sl var eitt øðiligt brøl á Wembley.

Kroatia fekk ongantíð veruliga hótt leiðsluna. Verjuparturin hjá Onglandi, ið spurnartekin hevur verið sett við, helt fast - tað var uttan miðverjan Harry Maguire og verjukenda midvallaran Jordan Henderson, ið báðir eru við at koma fyri seg eftir skaða.

Næsta uppgávan hjá Onglandi er gamli fíggindin Skotland. Tað verður á Wembley fríggjadagin. Skotar og kekkar hittast í Glasgow í morgin.

Bólkur B

Sunnudagin 13.06

Ongland - Skotland 1-0 (0-0)
57’ Raheem Sterling (Kalvin Phillips) 1-0

Mánadagin 14.06 kl.14 (Hampden Park) Skotland - Kekkia


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder