Um vikuskiftið verða steypafinalur í Høllini á Hálsi í Havn, og millum finalurnar, sum verða á skrá, er finala í Eydnudeildini.
Eydnudeildin, sum er fyri børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar og tí ikki megna at venja hondbólt í vanligu feløgunum, bleiv sett á stovn í mars 2018, og nú, fimm ár seinni, hevur hon trý hondbóltslið í Føroyum.
Lundapisurnar, sum venja í Kollafirði hevur tvey lið í steypafinaluni, Svanarnir, sum venja í Vági hava eitt lið við, og Músabrøðurnir, sum venja í Klaksvík hava eitt lið til finaluna.
– Við Eydnudeild hava tey fingið ein nýggjan møguleika. Ein møguleika at luttaka í einum sosialum felagskapi, sum tekur atlit til einstaka hondbóltsspælaran. Tey sleppa at verða júst tann, tey eru, og fáa avbjóðingar, sum eru við til at menna tey á fleiri økjum - rørsluliga, sosialt og ikki minst persónliga, skrivar Eydnudeildin.
Eydnudeildin spælir steypafinalu sunnudagin klokkan 12.50. Atgongmerkir kunnu keypast á atgongumerki.fo, og dysturin verður eisini stroymdur á YouTube hjá hsf.fo.
– Hesa ferð hava vit sent innbjóðing til allar borgarstjórarnir sum eiga ein Eydnudeildar spælara í steypafinaluni. Sjálvandi skulu borgarstjórarnir hava møguleika at síggja Eydnuleikaran í síni kommunu vinna ein steypadyst, skrivar Eydnudeildin.
– Tá okkara stjørnur hava fingið gull um hálsin, heldur veitslan fram. Vit fara oman á HAPS at eta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald