Hondbóltur

Steypafinalurnar hjá teimum vaksnu verða spældar leygarkvøldið

Samanlagt skulu 18 steypafinalur spælast við Tjarnir um vikuskiftið. Tíggju verða leygardagin, og fýra ymisk feløg eru umboðaði í vaksnamannfinalunum, sum byrja klokkan 17 og 19.30 tann 22. februar.

VÍF er verandi steypavinnari hjá monnum, og sunnukvøldið spældu vestmenningar seg í finaluna aftur eftir hádramatiska hálvfinalu móti Kyndli (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF er verandi steypavinnari hjá monnum, og sunnukvøldið spældu vestmenningar seg í finaluna aftur eftir hádramatiska hálvfinalu móti Kyndli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-18 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður ein stórur og søguligur hondbóltsdagur í stásiligi høllini við Tjarnir leygardagin 22. februar.

Tá verður nýggja høllin í Hoyvík karmur um heili tíggju steypafinalur: Átta barna- og ungdómsfinalur og tvær vaksnamannafinalur.

Byrjað verður longu klokkan níggju við gentum 10, og endað verður við mansfinaluna, ið verður bríkslað í gongd klokkan 19.30.

Tað eru H71 og VÍF, sum dystast í Faxe Kondi finalunum hjá monnum- Áðrenn, frá klokkan 17.00, verður havnarfinala hjá kvinnum.

[object Object]Skíggjamynd: HSF

[object Object]
Neistakvinnur vunnu á H71 í ógvuliga spennandi seinnu hálvfinalu í Hoyvík. Leygardagin skulu tær í bláum royna at koppa hoyvíkskvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri Faxe Kondi-steypafinalur eru eisini á skránni sunnudagin 23. februar og fríggjakvøldið 21. februar. Samanlagt er talan um 18 steypafinalur.

Vit koma við fullum yvirliti í dag ella í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder