Annað

Steypakapping í amboðsfimleiki verður í morgin

Fyrra steypakappingin verður í morgin, meðan seinna verður 16. februar.

2019-02-01 13:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrra steypakapping í amboðsfimleiki verður 02.februar 2019 í Fimi í Tórshavn.

Onnur steypakapping í amboðsfimleiki verður 16.februar 2019 í Bylgjuni í Runavík.

Amboðini sum kappast verður í eru býtt yvir báðar steypakappingarnar, til fyrstu kapping verður kappast í lop og forskotin barr á kvinnusíðuni og gólv, ringar og beinsveiggj á mannfólkasíðuni.

Kappingin verður stroymað umvegis youtube.

- Fimleikasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder