Annað

Steypakapping í estetiskum fimleiki

Fyrrra steypakapping í estetiskum fimleiki, verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin.

2020-01-16 07:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Estetiski fimleikurin er byrjaður aftur, og í ár luttaka 16 lið úr trimum fimleikafeløgum. Tey eru Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið.

Leygardagin verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki. Tað verður í høllini á Hálsi í Havn.

Kappingin hjá pinkum og smágentum byrjar kl. 13, og kappingin hjá gentum, unglingum og kvinnum byrjar kl. 15.

Kappingin verður stroymd á Kringvarpi Føroya.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder