Annað

Steypakappingarnar í flogbólti verða nú Bónus kappingarnar

SMS og Flogbóltssamband Føroya hava gjørt avtalu um, at steypakappingarnar í flogbólti fyri vaksin og fyri yngri næstu tvey árini verða til Bónus kappingarnar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-08 20:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrstu dysturin í Bónus kappingini fyri kvinnur verður 6. januar 2024 í høllini á Giljanesi, har Dráttur tekur ímóti Fleyr. Fyrsti dysturin í Bónus kappingini fyri menn verður 10. januar, í Klaksvík. Tá tekur mansliðið hjá Mjølnir ímóti SÍ. 

Steypakappingarnar - nú Bónus kappingarnar - hava seinni árini ment seg til nøkur av stórstu tiltøkunum fyri føroyskan flogbólt. Bónus kappingin fyri vaksin er í gongd frá byrjanini av januar til endan av februar. Hálvfinalur í Bónus kappingini fyri vaksin verða í Klaksvík 10. februar 2021 og finalurnar verða í Havn 24. februar.

Bónuskappingarnar fyri yngri eru somuleiðis í gongd í byrjanini av árinum og finalurnar verða leiktar í Havn 24. og 25. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder