Hondbóltur

Steypakappingin fer nú í gongd

Sum nakað nýtt verður bólkaspælið avgreitt fyri jól. Fyrstu dystirnir hjá monnunum verða spældir leygardagin - hjá kvinnum er landsliðssteðgur.

KÍF var í steypafinaluni í fjør og tapti tepurt fyri H71. Hesi liðini eru í sama bólki: Kollfirðingar leggja út á heimavølli móti Kyndli leygardagin - steypavinnararnir taka ímóti Team Klaksvík mitt í næstu viku (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍF var í steypafinaluni í fjør og tapti tepurt fyri H71. Hesi liðini eru í sama bólki: Kollfirðingar leggja út á heimavølli móti Kyndli leygardagin - steypavinnararnir taka ímóti Team Klaksvík mitt í næstu viku (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-10 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Umframt kvinnulandsdystir og European Cup dystir, eru eisini steypadystir hjá monnum á skránni í hesari vikuni. Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða leygardagin, meðan ein eisini verður mikudagin í næstu viku.

Soleiðis skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari seinnapartin. Tað hevur verið fast í langa tíð, at steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum hevur verið spæld øll sum hon í januar og februar, meðan landskappingarnar hava ligið stillar.

Sí eisini: 
Myndir: Føroysku kvinnurnar fyrireika seg til fyrstu undankappingardystirnar
Spennandi avbjóðingar fyri framman hjá A-landsliðnum
Nógvir evropeiskir dystir næstu dagarnir

Soleiðis er ikki hetta kappingarárið. Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina varð broyttur eitt sindur í fjør og verður innleiðandi bólkaspælið nú leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur skulu spælast í februar. Stóra finaluvikuskiftið liggur 16. – 18. februar í 2024, skrivar hsf.fo.

Hondbóltssambandið upplýsir eisini, at sjálv skipanin er eins og undanfarnu ár:

- Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Hjá monnum verður lagt út leygardagin við lykladysti í bólki 1. Har eru bert trý lið, og tað fer helst at snúgva seg um, hvør fer at fylgja favorittunum VÍF víðari í hálvfinalurnar. StÍF tekur móti Neistanum - liðini spældu javnleik á Hálsi í Burn-deildini sunnudagin.

Hin bólkurin sær ógvuliga opin út. Har eru bæði steypafinaluliðini frá síðsta kappingarárið í. 1. umfar verður avgreitt leygardagin og næsta mikudag aftur (18. oktober)

Menn
Bólkur 1: VÍF, Neistin, StÍF

1. umfar, leygardagin 14.10
 
18.00: StÍF - Neistin

Bólkur 2: H71, KÍF, Team Klaksvík, Kyndil

1. umfar
Leygardagin 14.10, kl. 16.00: KÍF - Kyndil
Mikudagin 18.10, kl. 20.00:  H71 - Team Klaksvík

Sí fulla dystarskrá við at trýsta á navnið á bólkinum

Hjá kvinnum eru eingir dystir næstu vikuna vegna landsdystir. Steypakappingin hjá kvinnunum byrjar fyrsta vikuskifti í november - meðan menninir spæla venjingarlandsdystir í Íslandi.

Kvinnur
Bólkur 1: H71, Stjørnan, VÍF, EB

Bólkur 2: Kyndil, Neistin, StÍF og VB
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder