Sunnudagin spældu B36, KÍ og Víkingur seg víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Mánakvøldið vann NSÍ seg eisini víðari við greiðum sigri í Sørvági.
Málini síggjast her - upptøkur: FSF
Les eisini: Hesi eru víðari í steypakappingini
Lutakastið til hálvfinalurnar var í gjárkvøldið í Televarpinum. Raðfylgjan á seðlunum gav hesar hálvfinalurnar:
KÍ - B36
NSÍ - Víkingur
(Tey fyrrnevndu hava heimadyst í fyrru hálvfinaluni)
KÍ vann greipuna í fjør og er oddalið í Betrideildini við fullum stigatali. B36 er liðið, sum skal royna at koppa KÍ fyri at koma í steypafinaluna.
Í hinari hálvfinaluni er NSÍ rímiliga greiður favorittur, sum tað sær út nú. Fyri viku síðani vann NSÍ 5-2 í Sarpugerði.
Hálvfinalurnar skulu spælast 11. juni og 27. august. Finalan verður leygardagin 7. oktober, sambært FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald