Hondbóltur

StÍF er føroyameistari

Kvinnurnar hjá StÍF hava júst tryggjað sær sítt fyrsta FM-heitið nakrantíð. Tað gjørdu tær við ógvuliga sannførandi sigri í stúgvandi fullu og larmandi høllini á Skála.

StÍF fór frá Neistanum fyri stegðin og hugdi ongantíð aftur. Munurin við seinasta bríksl var tíggju mál (Mynd: Sverri Egholm)

StÍF fór frá Neistanum fyri stegðin og hugdi ongantíð aftur. Munurin við seinasta bríksl var tíggju mál (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-21 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

21. apríl 2021 fer allarhelst altíð standa fast í minninum hjá nógvum, ið eru av vestara armi á Skálafjørðinum. Undan fjórðu FM-finaluni millum StÍF og Neistan í kvøld høvdu kvinnurnar hjá StÍF ongantíð áður vunnið føroyameistaraheitið, men eftir 30-20 sigurin á Neistanum er hetta broytt

Lagt varð út í einari øðiligari leikferð, og nógv mál vóru skotin fyrstu tjúgu minuttirnar, har tað leikaði javnt á. Men so stongdi StÍF. Liðið helt á at skora, og verjan stóð ógvuliga væl næsta hálva tíman, har tær í bláum tyktust ráðaleysar, tí tá tær komu til skot, var ta so at siga ógjørligt at fáa bóltin framvið Momoko Nakamura, sum hevði nógvar stórbjargingar.

Myndir: StÍF - Neistin

Fá mál vóru fyrra helmingin av 2. hálvleiki, men tað hóvaði ikki StÍF illa, hóast Margit Weihe helt Neistanum inni í dystinum. Tá tær á heimaliðnum byrjaðu at skora aftur, tyktist als eingin ivi vera um, at tær í hvítum og reyðum fóru at gerast føroyameistarar. Nógv av málunum hjá hemaliðnum vóru heilt góð, og tá Neistin fór longur upp at verja gjørdust plássið størri hjá skjótu stranda- og skálakvinnunum. Lív Poulsen, ið kom til felagið í februar, gjørdist toppskjútti við níggju málum

Seinastu løtuna byrjaðu teir ógvuliga mongu og ógvuliga larmandi heimaáskoðararnir at halda FM-veitslu og at syngja "Vit eru føroyameistarar", og tá klokkan vísti 60.00 var tað ein sannroynd, at hetta StÍF-liðið, undir leiðslu av Jón Rasmussen, hevur skrivað søgu. StÍF endaði á fjórða plássi í grundspælinum, vann síðani báðar hálvfinalurnar á H71 og vann 3-1 í finalunum - tvær tær seinastu við samanlagt 17 málum.

Fleiri myndir og viðmerkingar seinni.

Fjórða FM-finalan í SMS-deildini
StÍF - Neistin 30-20 (16-11)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder