Hondbóltur

StÍF skúgvaði allan iva til viks

Strandakvinnur eru ein dyst frá at vinna FM.

Mynd frá seinasta sunnudegi, tá StÍF vann fyrstu FM-finaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mynd frá seinasta sunnudegi, tá StÍF vann fyrstu FM-finaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-17 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

StÍF var nógv tað betra liðið í Høllini á Hálsi í kvøld, har triðja FM-finalan hjá kvinnum varð leikt. Undan dystinum stóð á jøvnum, men við 27-20 sigri, eru strandakvinnur bara ein dyst frá føroyameistaraheitinum.

Útiliðið legði seg á odda beinanvegin í dystinum, og vóru á odda við seks málum og onkuntíð fleiri í onkrum støðum. Haruka Gima var við aftur, og tað sást eisini aftur í StÍF-spælinum.

Nú er 2-1 í finalusigrum, og strandakvinnur kunnu sostatt avgera alt mikukvøldið, tá liðini aftur bresta saman, hesaferð í Ítróttarhøllini á Skála.

Neistin - StÍF 20-27 (9-13)

Fjórða og møguliga fimtu finalurnar verða leiktar hesar dagar:

Mikudagin 21. apríl
Menn FM-finala 4
Kvinnur FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Menn møgulig FM-finala 5
Kvinnur møgulig FM-finala 5


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder