Fimta umfar av FM-kappingunum í einmansleiki í dart var leikt á Svangaskarði leygardagin. 38 menn og 11 kvinnur vóru við í kappingini.
Í bólkaspælinum hjá kvinnum vunnu Lýdia á Smið og Annika Joensen allar sínar dystir í hvør sínum bólki. Lýdia vann tryggan 3-0 sigur í fjórðingsfinaluni, meðan Annika tapti 3-2 móti Elisabeth Nicolajsen, ið annars hevði klárað seg illa í bólkaspælinum.
Lýdia spældi hálvfinalu móti Vivian Andersen. Vivan var á odda 3-2 og hevði møguleika at vinna dystin í 6. setti, men Vivian lukkaði ikki, og so fór Lýdia avstað við einum 4-3 sigri. Eisini í hinari hálvfinaluni máttu øll sjey settini spælast, áðrenn ein vinnari var funnin, og endin var, at Eydna Olsen vann 4-3 móti Elisabeth.
Finalan millum Lýdiu á Smið og Eydnu Olsen gjørdist ikki so spennandi. Lýdia fekk ikki tær høgu skorurnar, sum hon plagar, og Eydna lukkaði betur, so Eydna vann finaluna trygt 4-1.
Menn
Menninir byrjaðu við 8 bólkum, har flestu favorittarnir megnaðu at blíva nr. 1 ella 2. Tí vóru teir sterkastu leikararnir væl fordeildir í 1/16 -finalunum. Tó hittust Jón Johansen og Esmar Mikkelsen longu í 1/16 -finalunum, har Jón vann 4-3.
Í 1/8-finalunum burdu dystirnir blivið javnari, men so var ikki. Einasti dysturin við veruligum spenningi í, var tá Uni Heðinsson vann 4-3 móti Hans Eivind Olsen. Heri Kallsoy vann 4-2 á Peturi Thomsen, ið annars var styrkismettur sum nr. 1.
Allar fjórðingsfinalurnar endaðu við greiðum sigrum. Jan McIntosh, Heri Kallsoy og Niels Thomsen vunnu allir 4-1, meðan Bogi Isaksen óvæntað vann heili 4-0 móti Remy Gaardlykke.
Niels Thomsen og Jan McIntosh hittust í aðrari hálvfinaluri. Jan var klárt betri og vann 5-1. Petur var sostatt komin ígjøgnum teir fýra cup-dystirnar við settmuninum 17-1, ið má sigast at vera sera sannførandi.
Í hinari hálvfinaluni hittust Heri Kallsoy og Bogi Isaksen. Bogi hevði verið sannførandi heilt frá morgunstundini, og hann helt fram við góða spælinum móti Hera og tryggjaði sær finaluplássið við einum 5-3 sigri.
Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Boga Isaksen. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Bogi hevði tó munin allan vegin og vann finaluna rímuliga greitt 6-3.
Úrslit:
Kvinnur
1. Eydna Olsen (Team Sandoy)
2. Lýdia á Smið (Kaldbak)
3. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)
3. Vivian Andersen (HDF)
Hægst útgang: Annika Joensen 85
Fæst pílar: Lýdia á Smið 24
Menn
1. Bogi Isaksen (KDF)
2. Jan McIntosh (HDF)
3. Niels Thomsen (HDF)
3. Heri Kallsoy (Team Sandoy)
Hægst útgang: Kjell Johansen 149
Fæst pílar: Niels Thomsen 13
Tíðindaskriv frá Dartsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald