Seinnapartin spældi Elias Ellefsen á Skipagøtu ein flottan hálvan tíma fyri THW Kiel á útivølli móti Hákuni West av Teigum og Fücshe Berlin, sum er í hørðum stríði um meistaraheitið.
Elias fekk nógva ferð og góðsku í spælið hjá Kiel, ið hevur havt eitt væl undir miðal ár í Bundesliguni. 21-ára gamli hoyvíkingurin var beinleiðis við í tíggju málum (3 mál og 7 upplegg) men fekk eisini sett annað upp og lagt trýst á Berlin-verjuna.
Tvey av flottu málunum hjá Eliasi á Skipagøtu, har spælskiparin tekur sakina í egnar hendur, síggjast HER (1.05 og 1.35)
Hetta hevði nakrar harðar takklingar við sær, og eftir 45 minuttir sendi sviin Max Darj Elias í gólvið. Skjótt gjørdist greitt, at føroyingurin føldi okkurt í knænum, sum hann hevur verju á og sum áður hevur givið nakrar trupulleikar.
Les eisini: Elias lyklaspælari í Berlin - men noyddist út við skaða
Elias Ellefsen á Skipagøtu fór líka úr høllini, men hugdi síðani eftir restini av dystinum frá bonkinum. Hetta elvdi sjálvandi til stúran hjá hondbóltsáhugaðum føroyingum, nú dystirnir um HM-pláss móti Norðurmakedónia av álvara nærkast.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt trupulleikar við knænum áður. Í Kiel - og í Føroyum - vónar man, at støðan í dag ikki hevði so nógv uppá seg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sambært upplýsingunum hjá Portalinum var hetta mest fyri at binda um heilan fingur. Av tí at Kiel ikki er við í stríðnum um tey bæði ovastu plássini (Champions League-plássini), so er sjálv Champions League-kappingin meira umráðandi enn Bundesdeildin nú.
Ynski hjá Eliasi og venjaratoyminum er, at hann verður heilt til reiðar til fyrru fjórðingsfinaluna, sum verður á útivølli móti Montpellier í Fraklandi mikukvøldið 24. apríl klokkan 19.45.
Læknatoymið skal líka kanna unga føroyska spælskiparan nærri í morgin (mánadagin). Higartil er tó ikki nógv, sum bendir á, at talan er um nakað meira álvarasamt enn eitt slag ella okkurt líknandi.
Avgerandi dystirnir móti Norðurmakedónia verða spældir um ávikavist 17 dagar og 21 dagar (8. mai) og (12. mai).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald