Annað

Støkk vann fimleikafagnaðin

Fimleikafelagið Støkk úr Runavík hevði bestu framførsluna.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-26 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var Støkk, sum í ár vann fimleikafagnaðin, sum Føroya Fimleikasamband um vikuskiftið hevur skipað fyri í Norðurlandahúsinum.

Hetta var greitt fyri løtu síðani, tá dómararnir avdúkaðu at Fimleikafelagið Støkk úr Runavík hevði bestu framførsluna.

- Dómararnir eru samdir um, at vit hava sæð nakrar flottar framførslur. Vinnarin hesuferð tók okkum eina ferð, har vit altíð vistu, hvar vit vóru.

- Vit mistu ongantíð søgugongdina, og vit blivu leidd við góðum og avbjóðandi rørslum til tónleik og ljós og skiftandi umhvørvi. Frá havsins botni og upp. Vinnarin hesaferð er Støkk, segði dómsnevndin.

Fleiri enn 400 luttakarar vóru í ár við í Fimleikafagnaðinum, og hesaferð vóru fimm fimleikafeløg við. Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og fyri fyrstu ferð luttaka Tvøroyrar og Klaksvíkar Fimleikafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder