Allan Norðberg og Valur spældu seg trygt víðari úr fjórðingsfinalunum í European Cup og eru nú nær finaluplássið. Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel spæla fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League í Montpellier mikudagin - í morgin. Í kvøld skulu tríggir føroyingar í eldin í næststerkastu evropeisku kappingini.
Fyrru fjórðingsfinalurnar í European League eru á skránni, og lagt er upp til eitt spennandi norðurlendskt brak í Partille, beint við Göteborg. Flensburg-Handewitt er úr Norðurtýsklandi og hevur eina rúgvu av skandinaviskum spælarum - millum annað størstu svensku hondbóltsstjørnuna, Jim Gottfriedsson.
Harvið er eyka stórur áhugi í Svøríki fyri dystinum: Tað var tað eisini áðrenn, tí tað er ikki seriga vanligt at svensku feløgini koma so langt í Evropa. Óli Mittún er ein av lyklunum til, at tað skal eydnast at bjóða týsku risunum av. 18-ára gamli hoyvíkingurin hevur verið framúrskarandi í higartil flotta árinum hjá Sävehof.
Tað verður allarhelst ein havnarmaður, sum verður á høgra vongi hjá Flensburg - í hvussu so er ein part av dystinum. Jóhan á Plógv Hansen er vanliga tryggur og skal royna at gera sítt fyri at fáa ein av favorittunum í kappingini nærri hálvfinalunum.
![]()
Jóhan á Plógv Hansen er í gongd við sítt annað ár í týska stórfelagnum. Liðið jagstrar nú eitt evropeiskt steyp
![]()
Hákun West av Teigum og Füsche taptu, eins og Jóhan og teir, steypahálvfinalu fyri kortum. Meistarastríð og evropeiskt stríð er framvegis eftir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin eru favorittar í sínari uppgerð við fronsku steypavinnararnar. Nantes vitjar týska høvuðsstaðin í kvøld, og Fücshe skal skapa sær gott útgangsstøði.
Liðið misti týðandi fet í oddastríðnum við javnleikinum móti Kiel sunnudagin. Tá spældi Hákun West av Teigum als ikki - Hans Lindberg spældi fulla tíð. Helst fær 21-ára gamli hoyvíkingurin ein leiklut í kvøld.
European League - fyrru fjórðingsfinalur við føroyingum
Í kvøld, mikudagin 23.04
17.45: IK Sävehof - Flensburg-Handewitt
19.45: Fücshe Berlin - Nantes
Dystirnir síggjast á ehftv.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald