Annað

Stórdystur hjá Sarah Mahfoud avlýstur

Ætlanin var, at hálvføroyski nevnaleikarin í desember skuldi til Las Vegas at royna seg móti WBO heimsmeistaranum Amanda Serrano, men orsakað av korona, verður hetta av ongum.

Sarah Mahfoud (Mynd: Facebook)

Sarah Mahfoud (Mynd: Facebook)

2020-11-15 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hálvføroyski IBF-heimsmeistarin í fjøðurvekt, Sarah Mahfoud hevur seinastu tíðina brúkt nógva orku uppá at fyrireika seg til søguligu HM-uppgerðina móti Amandu Serrano, WBO heimsmeistara, ið eisini verður roknað sum heimsins besti kvinnuligi boksari tvørturum allar vektbólkar.

Eftir ætlan skuldi hon til Las Vegas í desember at kappast um heili trý HM-belti.

Men hósdagin fekk Sarah Mahfoud tey keðiligu boðini, at uppgerðin varð avlýst orsakað av korona – bæði støðan í USA og eisini koronamutatiónin hjá donsku minkunum.

– Hetta er størsti dysturin, eg havi havt møguleika fyri at boksa. Og so enntá í Las Vegas. Bara tað at sleppa haryvir at boksa í høvuðsstaðnum fyri boksing hevði verið stórt, sigur Sarah Mahfoud við DR.

– Sjálvandi kann mann ongantíð siga, at venjingin hevur verið til fánýtis, men tað hevur hon jú. Vit hava jú sett alt hetta í verk fyri einki, sigur nevaleikarin, sum hevur vant hart í ein mánað.

Sarah Mahfoud vónar, at hon fær høvi at royna seg móti Amandu Serrano eina aðru ferð, men hon veit, at eitt stórt arbeiði krevst fyri at fáa slíkt í lag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder