2023-12-20 15:11
Áður hevur tað gingið undir navninum "Føroya Arena", men framyvir er navnið "við Tjarnir".
Nýggja navnið á stórhøllini, sum verður bygd í Hoyvíkshaganum varð avdúkað í dag.
Navnakapping hevur verið, og tað var Remy á For, sum vann kappingina.
Navnanevndin sigur millum annað um navnið við Tjarnir: Vit halda hetta vera eitt nýtt, vakurt føroyskt staðarnavn.
- sum hevur ein veruligan samleika við tjarnirnar í lendinum
- sum ljóðar væl
- sum skapar góð hugasambond
- sum kundi verið um allar Føroyar
Í navnanevndini vóru Jonhard Mikkelsen, Siggert Patursson og Lena L. Mohr.
Eftir ætlan stendur høllin liðug í januar 2025.
(Mynd: Vidtjarnir.fo)
(Mynd: Vidtjarnir.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald