Annað

Stóri FM dagurin hjá trimum ítrottargreinum

Badminton, borðtennis og judo eru í fokus í Stórhøllini í dag - tað byrjar longu klokkan 10.00..

Judo er ein av ítrottargreinunum, har kappast verður um FM í dag

Judo er ein av ítrottargreinunum, har kappast verður um FM í dag

2019-04-27 08:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hava ítrottargreinarnar samlast til stóran FM dag. Fyrstu árini varð kappast í Badmintonhøllini í Gundadali, men seinastu árini hevur Kontrast FM verið í Høllini á Hálsi. 

Talan eru um finalur, ið verða leiktar. Innleiðandi dystirnir í badminton, borðtennis og judo hava verið, og nú skulu føroyameistararnir finnast. 

Tað verður ein langur og spennnadi dagur, har íðkarar í teimum trimum ítrottargreinunum skulu kappast um FM. Tað eru ymiskar ítrottargreinar, men allar kunnu verða sera spennandi at hyggja eftir, og talan er um ein stóran ítrottardag.

Dagurin byrjar kl. 10.00 við finalunum í tvímansleiki hjá kvinnum í badminton og borðtennis. Klokkan 13.00 byrjar Kringvarpið at senda beinleiðis, og verður byrjað við judo, og sent verður til seinasta finalan er spæld.



 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder