Heiti “Stórmeistari” kann ljóða sera hábært á okkara leiðum. Hetta kann kennast okkum púra fremmant, men hóast alt var ein slíkur okkara millum um vikuskiftið.
Farna vikuskiftið var talvkapping á skránni í skúlanum á Eiði. Tað var talvfelagið Rókur, sum skipaði fyri kappingini Rókur Open 2021. Luttakarar komu úr øllum landinum. Millum teir 29 telvararnar, var eisini altjóða stórmeistarin Vladimir Hamitevici úr Moldova.
Hann hevur nýliga búsett seg í Klaksvík og var sera uppsettur til kappingina. Millum talvini var hann prátingarsamur og forvitin viðvíkjandi Eiðis bygd. Vladimir gjørdist stórmeistari í 2017, og sambært altjóða talvsambandinum FIDE, hevur hann eina styrkismeting aljóðndi 2461. Hetta var fyrstu ferð, at ein stórmeistari vitjaði til eina talvkapping á Eiði.
Vladimir Hamitevici úr Moldova dystast við ungan føroying
Hóast avbera friðarligt var í skúlanum, kendist nógvur spenningur við borðini og millum frammøttu telvararnar. Bæði ungir og eldri telvarar møttu til kappingina, sum byrjaði fríggjakvøldi. Áðrenn kappingin byrjaði av álvara, varð práta óført. Tosa var um telving sum heild, og serliga var dentur lagdur á talv ástøði. Teir yngstu telvararnir vístu fram talvkynstur sína millum í spenningi.
Stórmeistarin tapti eitt talv. Hetta var ímóti Rógva Egilstoft, sum eisini gjørdist vinnarin av kappingini. Teir sum endaðu á fyrsta til triða pláss vóru allir javnir á 6 stigum. Høgni Egilstoft Nielsen vann á beiggja sínum, men tapti ímóti Vladimir.
Endaliga støðan varð hendan:
Nr. 1 Rógvi Egilstoft 6 stig
Nr. 2 Vladimir Hamitevici 6 stig
Nr. 3 Høgni Egilstoft Nielsen 6 stig
Á fjórða plássi var Rógvi Mørkøre við 4,5 stigi og einum styrkismetingar vøkstri úr 1201 og til 2000.
(Skrivað hevur: Martin Kristoffur Kristiansen, eidi.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald