Føroyar vunnu 3½-½ móti Jersey í fjórða umfari í evropeisku smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri í San Marino.
Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Sjúrður Thorsteinsson telvaði javnt.
Føroyska liðið er í løtuni nummar fýra av teimum tíggju liðunum í kappingini. Andorra og Monako hava vunnið allar dystir higartil og hava 8 dystarstig. Síðani hava Kyprós og Føroyar 6 dystarstig hvør.
Mikudagin er aftur dupultumfar. Føroyar telva fyrrapartin móti Liktinstein, og seinnapartin kemur dysturin móti Monako, sum helst er okkara størsti avbjóðari til annaðplássið í kappingini.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum eftir fyrstu fýra umførini er henda: Helgi Dam Ziska 3½/4, John Rødgaard 3/4, Sjúrður Thorsteinsson 1/3, Hans Kristian Simonsen 2/3 og Luitjen A. Apol ½/2.
Móti Liktinstein í morgin telva Helgi, Sjúrður, Hans Kristian og Luitjen. Byrjað verður klokkan níggju á morgni. Dysturin móti Monako byrjar klokkan 16.00.
Til ber at fylgja við leik fyri leik úr San Marino. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins faroechess-com.
Niðanfyri sæst føroyska manningin í dysti móti oddaliðnum Andorra í triðja umfari. Á okkara liði vóru Helgi, John, Hans Kristian og Luitjen.
- Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald