Síðsta summar misti H71 fleiri av spælarunum, sum høvdu stóran leiklut í í, at hoyvíkingar í fjør vunnu greipuna. Liðið hevur heldur ikki verið heilt við í oddinum í ár, men fyri stuttum kom Pauli Jacobsen aftur, Petur Krogh gjørdist tøkur aftur, og hetta hevur verið millum stóru lyklarnir í, at steypið nú kemur aftur til Hoyvíkar.
Fyrstu 25 minuttirnar fóru bert seks mál inn hjá Paula. Ein krútsterk H71-verja og fleiri bjarginar fingu tálmað Vuk Stevanovic, Fríða Weyhe og hinum, men eftir at bert hava skorað tvey mál í 16 minuttir, komu kollfirðingar í gongd seinastu løtuna fyri steðgin. Teir skoraðu fýra ferðir uppá fýra minuttir og minkaði munin niður í eitt mál.
KÍF var í sínari fyrstu finalu síðani 2014, og hetta merktist á spenninginum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hetta fekk av álvara lív í stóru “reyðu fjøldina”, ið veruliga setti sín dám á í sunnara enda av høllini, meðan hoyvíkingar í eyðkendum lagi stuðlaðu hinumegin. Sum heild var ógvuliga gott huglag í høllini, og dysturin hóskaði til inntensitetin á áskoðaraplássinum.
Í seinna hálvleiki leikaði ógvuliga javnt á alla tíðina, og tað tyktiskt sum smáir marginalar fóru at avgera tað, og soleiðis varð eisini. Eina løtu inn í seinna hálvleik tók KÍF leiðsluna fyri fyrstu ferð og hevði yvirtakið eina løtu, har Weyhe-brøðurnir í miðverjuni spældu stóran leiklut, men so kom Peter Krogh inn í H71-álopið og skoraði fleiri mál – nøkur við vinstru og nøkur við høgru. Sveinur Olafsson spældi týðandi leiklut í bæði verju og álopi, og Rói Ellefsen á Skipagøtu var eisini ein lykil í álopsspælinum og skoraði eitt umráðandi mál móti endanum - tvey mál av høgra vongi gjørdust eisini avgerandi.
Rói Ellefsen á Skipagøtu í stórum leikluti fyri H71 (Mynd: Jens. Kr .Vang)
H71 hevði vunnið sær eina tvey-máls leiðslu, eftir at verjan og Pauli høvdu fingið takið aftur, men so fingu bæði Rúni Vest Højgaard og Bogi Hansen útvísing. Hetta gagnnýtti KÍF, sum í høvuðsheitinum spældi væl í seinna hálvleiki, skjótt, men við støðuni 22-22 og tá ein mann í undirtali javnaði júst innskifti Jón Rói Høgnesen við flottum máli av høgra vongi. KÍF javnaði, men í næsta álopinum var Bogi komin innaftur, og legði hann aftur hoyvíkingar á odda.
Í síðsta álopinum hjá KÍF stóð hoyvíksverjan væl, og Vuk varð kroystur til eitt spískt skot, ið Pauli vardi væl fyri, og so kundi H71 skora til 25-23 og staðfesta fjórða steypagullið á rað á manssíðuni. Kvinnurnar vunnu fyrr í kvøld fyri triðju ferð uppá fýra ár, og harvið er H71 av álvara á steypatindinum.
Sigurin er heima, og hoyvíkingar kunnu aftur stórfegnast (Mynd: Jens Kr. Vang)
Finalan í Faxe Kondi-kappingini, menn
Leygardagin 25.02 - Høllin á Hálsi
H71 - KÍF 25-23 (11-10)
Toppskjúttar: Sveinur Olafsson og Rói Ellefsen á Skipagøtu 6 mál (H71). Vuk Stevanovic 7 mál (KÍF).
Dystargongdin
5 min: 3-1
10 min: 6-4
15 min: 7-5
20 min: 7-6
25 min: 10-6
35 min: 14-13
40 min: 15-16
45 min: 17-18
50 min: 20-20
55 min: 22-20
60 min: 25-23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald