Annað

Stórt steypavikuskifti fyri framman

Tær 13 steypafinalurnar í flogbólti verða leiktar í Stórhøllini um vikuskifti - skráin sæst her.

Fleyr og Dráttur leiktu eina tætta steypafinalu hjá kvinnum í fjør
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleyr og Dráttur leiktu eina tætta steypafinalu hjá kvinnum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-27 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vikuskifti var tað hondbólturin; hetta vikuskifti er tað flogbólturin, ið er í fokus, tá steypafinalurnar eru á skránni í Høllini á Hálsi. 13 finalur - seks leygardagin og sjey sunnudagin - verða leiktir. 

Tað er serliga stórur spenningur um finalurnar hjá teimum vaksnu, ið verða seinnapartin leygardagin.  Fleyr er í báðum teimum finalunum. Hjá kvinnum skal felagið í Havn royna at endurvinna steypið, og hjá monnum skal nýggjur vinanri finnast, eftir at SÍ b vann finaluna í fjør. Júst Fleyr og SÍ eru ógvuliga væl umboðaði á finaludøgunum. Fleyr er í átta finalum tilsamans, og SÍ er í heili tíggju. Liðið úr Sørvági er í øllum ungdómsfinalunum uttan tveimum. 

Leygardagin 02.03

Deild Kl.  Lið 1  Lið 2
Gentur 12 kl.09.00 SÍ A Dráttur A
Gentur 14 B kl.10.00 Fleyr B  KÍF B
Meistaradeild menn kl.13.30 Mjølnir Fleyr
Meistaradeild kvinnur kl.16.00 Fleyr
Dreingir 12 kl.18.30 ÍF TB
Mansunglingar kl.19.45 ÍF


Sunndagin 03.03
 

Deild Kl.  Lið 1  Lið 2
Gentur 14 A kl.13.00 SÍ A KÍF A
Dreingir 15 kl.14.15 Fleyr
Gentur 16 kl.15.30 Fleyr
Dreingir 17 kl.16.45 Fleyr
Gentur 19 kl.18.00 KÍF
Dreingir 19 kl.19.15 Fleyr
Kvinnuunglingar kl.20.30 Fleyr

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder