Tveir teir fyrstu dystir í endaspælinum í NFL vórðu leiktir í gjárkvøldið og í nátt. Talan var um dystirnir í AFC Wild Card-umfarinum, og tað var stórur spenningur í báðum dystunum.
Tað sá annars ikki út til, at Houston Texans hevði nakað at bjóða uppá til nakað inn í 2. hálvleik. Josh Allen fekk leitt álopið hjá Bills væl frameftir vøllinum, og quarterbakkurin loftaði einum touchdowni tíðliga í dystinum. Trupulleikin var bara, at hetta varð einasta touchdowni hjá Bills í dystinum. Trý Field Goals (spørk) gjørdist úrtøkan næstu tveir fjórðingarnar, støðan var 16-0, og so komu DeShaun Watson og Texans í gongd.
Watson strekkir seg, so at Texans fær stig (Mynd: EPA)
DeAndre Hopkins var lítið og einki við í 1. hálvleiki - sera dugnaligi Tre'Davious White dekkaði hann væl, og tá nummar 10 loftaði fyri fystu ferð, sló White bóltin út av hondini á honum. Sum dysturin leið, kom Hopkins av álvara við, og loftaði millum annað hendan umráðandi bóltin (Mynd: EPA)
Sterka verjan hjá Bills trýsti quarterbakkin nógv og væl, men hann syrgdi fyri átta teimum fyrstu stigum hjá liðunum - øll komu í 3. fjórðingi og við at renna. Watson kastaði eitt touchdown í fjórða fjórðingi, men hóast Houston eina løtu var á veg móti sigrinum fekk Stephen Hauschka við sínum fjórða sparkið sent dystin í longda leiktíð.
Har høvdu bæði liðini sínar møguleikar at avgerða dystin. Tað var Watson, ið varð munurin. Hann var hart kroystur av tveimum verjuleikarum á miðjum vølli, har hann onkursvegna smeyg sær undir takklingunum og fann ein frían Taiwan Jones, ið førdi bóltin áleið 30 metrar fram. Har kundi Ka'imi Fairbairn trygt sparka Texans víðari eftir ein sera spenanndi og dramatiskan dyst.
Deshaun Watson kundi fegnast um at fáa møguleikan at spæla aftur næsta vikuskifti (Mynd: EPA)
Í nátt tyktist tað sum, at eitt tíðarskifti fór fram í NFL. Í pørtum av hesari øldini, serliga tey fyrstu árini og nú tey seinastu hevur New England Patriots næstan havt valdsharraræði. Við seks Super Bowl-sigrum, bert Pittsburgh Steelers hevur so nógvar hesi 53 árini við Super Bowl, og við alskyns metum havur liðið úr Boston-økinum sitið á amerkanskum fótbólti.
Brady spældi ikki serliga væl og tapti í sínum møguliga seinasta dysti sum Patriots-leikari (Mynd: EPA)
Belichick, allarhelst tann besti venjarin í søguni, heilsast við Mike Vrabel, ið vann Super Bowl tríggjar ferðir undir Bilichick tíðliga í øldini. Í nátt hevði Vrabel yvirvágina (Mynd: Google)
Tað hevur verið við Tom Brady og Bill Belichick á odda øll árini. Brady er nú 42 ár, og høgi aldurin saman við einum illa koyrandi álopi og minni góðum vápnum sást í nátt. Brady kastaði einki touchdown í dystinum, og heimaliðið fekk einki stig allan seinna hálvleik. Hesum gjørdi Tennesee Titans sær dælt av. Undir leiðslu av fyrrverandi verjuleikaranum hjá Patriots, Mike Vrabel, spældi Titans fyri tað mesta heilt klókt, og tað var Derrick Henry, ið dró liðið fram. Stóri runningbakkurin rann heili 34 ferðir fyri heili 182 yards, skoraði eitt touchdown, og loftaði eisini einum viktigum bólti frá Ryan Tannehill, ið annars ikki gjørdi serliga nógv uttan at handa Henry bóltin.
(Nakað sum var ofta at síggja í nátt: Tannehill gav Henry bóltin, og Patriots-vejarn stríddist og strevaðist fyri at fáa hann niður - Mynd: EPA)
Tað bar á mál. Tá tíggju sekund vóru eftir, var munurin eitt mál til fyrimuns til Titans, og so kostaði ein kroystur Brady eina "interception", og og Titans skoraðu fyrstu og einastu stigini í hálvleikinum, sum endaliga avgjørdu dystin. Fyri fyrstu ferð í tíggju ár spældi New England Patriots í Wild Card-umfarinum, og eins og í 2009 gjørdist talan um tap á heimavølli og harvið summarfrí tíðliga. Átta tey seinastu árini hevur Patriots verið fimm ferðir í Super Bowl og minst í "hálvfinaluni" (AFC Championship). Nú verður gitt, at Brady helst hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið, men hann ætlar ikki at gevast.
Titans skal spæla á útivølli móti Lamar Jackson og Ravens næsta vikuskifti. Texans vitjar í Kansas City, har Patrik Mahomes og co. taka ímóti. Í løtuni er ein Wild Card-dystur á skránni í New Orleans, og Philadelphia er karmur um tann seinasta seinni í kvøld.
Wild Card Weekend
Leygardagin 4. januar 2020:
(AFC)
Buffalo Bills - Houston Texans 19-22 (19-19 eftir vanliga leiktíð)
Sunnudagin 5. januar:
Tennesee Titans - New England Patriots 20-13
(NFC)
Minnesota Vikings - New Orleans Saints (Byrjaði 18.05)
21.40: Seattle Seahawks - Philadelphia Eagles
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald