Annað

Stórur áhugi fyri Føroyaleikum

Omanfyri 1.100 luttakarar úr 19 ymiskum ítróttagreinum hava teknað seg til leikirnar, sum verða í døgunum 8.-11. juli.

2021-06-23 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá freistin at melda seg til Føroyaleikir var úti á miðnátt leygarkvøldið, kundu fyrireikararnir fegnast um, at omanfyri 1.100 luttakarar úr 19 ymiskum ítróttagreinum høvdu teknað seg til leikirnar, skrivar Ítróttasamband Føroya í tíðindaskrivi.

Tá farið var undir at fyrireika Føroyaleikirnar, sum vera í døgunum 8.-11. juli, varð mett, at millum 800 og 1.500 luttakarar fóru at tekna seg til hesar fyrstu leikirnar.

Ætlanin var eisini at hava útlendska luttøku, men hóast stóran áhuga frá bæði einstaklingum og feløgum, so verða tað bert uml. 20 útlendingar, sum koma at luttaka á leikunum í ár. Hetta kemst av, at útlendingar hava valt at avlýsa sína luttøku, orsakað av koronastøðuni í Føroyum.

Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og á hesum fyrstu leikunum verða heili 19 ítróttagreinar umboðaðar og er hetta sera gott, skrivar ÍSF.

– Samanumtikið má tí sigast, at undirtøkan millum føroysk ítróttafólk er sera góð til hesar fyrstu Føroyaleikirnar. Tað er gleðiligt at fáa afturmeldingar frá sambondnum um, at tað er stórur áhugi fyri Føroyaleikum bæði innanlands men eisini altjóða. Hetta gevur okkum orku og dirvi at gera Føroyaleikir til ein fastan tátt, tey árini Oyggjaleikir ikki eru, og vit meta, at Føroyaleikir kann gerast munandi størri longu komandi ár.

Tey ymisku sambondini, sum luttaka, fara nú at gera endaliga klárt til kappingarnar, sum verða 8.-11. juli í Vági, Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

Meiri kunning um Føroyaleikir kann fáast á https://foroyaleikir.fo ella á Facebooksíðuni hjá Føroyaleikunum.

Høvuðsstuðlar til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder