Hálvføroyski IBF-heimsmeistarin Sarah Mahfoud er tann danski nevaleikarin, sum danir vísa mest áhuga fyri, og hevur tað bara gingið framá hjá henni í 2020, sambært uppgerð hjá Google Trends, har mett verður um áhugan fyri teimum ymisku nevaleikarunum í Danmark.
Sarah Mahfoud vakti serliga ans, tá hon 1. februar vann heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt hjá IBF eftir at hava vunnið á argentinsku Brenda Karen Carabajal.
Sambært Google trends hava fólk eisini víst Sarah Mahfoud størri áhuga enn tey hava víst Dina Thorslund, ein annara danskur heimsmeistari í nevaleiki.
Sambært Google er áhugin fyri Sarah Mahfoud størri í øllum donskum landspartum burtsæð frá Miðjútlandi.
Seinasta árið sæst eisini, sambært InfoMedia, at fleiri greinar eru skrivaðar um Sarah Mahfoud. Sambært InfoMedia er Sarah Mahfoud nevnd í 525 greinum, meðan Dina Thorslund er nevnd í 485.
Mogens Palle, promotari, fegnast um áhugan fyri Sarah Mahfoud
Sarah er ein ærlig genta, sigur hann, og tað hevur helst eisini hjálpt, at hon lesir til sjúkrarøktarfrøðing og hevur verið sjálvboðin á potingarstøðini á Bispebjerg undir koronakreppuni. Góðu úrslitini hjá henni tosa tó eisini fyri seg, leggur hann afturat.
– Sarah Mahfoud er fyrsti IBF-heimsmeistarin í Danmark, og hon stendur í løtuni sum nummar tvey í heiminum í fjøðurvekt-bólkinum, sambært listanum hjá BoxRec. Hetta prógvar, at hon er millum bestu nevaleikarar hjá kvinnum, og tað er eitt bragd, sum eg haldi fleiri sjónvarpsstøðir áttu at fingið eyguni upp fyri, sigur Mogens Palle í tíðindaskrivi.
31 ára gamla Sarah Mahfoud er fødd í Føroyum. Hennara fyrsti dystur sum yrkisnevaleikari var 11. februar í 2017. Trý ár seinni gjørdist hon IBF heimsmeistari í fjøðurvekt.
Eftir ætlan skuldi Sarah Mahfoud boksa í søguligari HM-uppgerð móti WBO heimsmeistaranum, Amanda Serrano úr Puerto Rico, sum eisini verður roknað sum ein av bestu kvinnuligu nevaleikarunum tvørturum allar vektbólkar.
Uppgerðin skuldi eftir ætlan hava verið í Las Vegas í desember, har Sarah Mahfoud eisini skuldi kappast um heili trý HM-belti. Miðskeiðis í november varð tó boðað frá, at alt var avlýst orsakað av støðuni við covid-19.
Sambært Mogens Palle, er tað tó sannlíkt, at veruliga orsøkin til avlýsingina var, at fyrireikararnir í USA ikki høvdu øll neyðug loyvi uppá pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald