Tað er ein stórur dagur í Fuglafirði í dag. Býurin er flaggskrýddur, og tjald er sett upp í Fløtugerði, sum skal húsa hátíðarhaldinum.
Fuglfirðingar og onnur fótbóltsáhugað hátíðarhalda í dag, at tað eru 75 ár síðani at Fuglafjarðar Ítróttarfelag varð stovnað.
Á skránni eru røður, tónleikaframførslur og rundvísing í nýggja og stásiliga ÍF-húsinum. Og okkurt verður eisini til góman. Hetta verður frá klokkan 16:30 til 18:30 á vøllinum í Fløtugerði.
Og júst vøllurin var eitt stórt tak. Við ágrýtni, miðvísum arbeiði og góðum samstarvi millum ítróttina og myndugleikarnar í bygdini eydnaðist hetta. Og í 1956 var komið so langt við arbeiðinum, at ungdómar kundu fara frá sildatunnunum á kaiini og niðan á vøllinum í Fløtugerði at venja og spæla dystir – bæði fótbólt og hondbólt.
(Mynd: Georges Rouah)
Føðingardagsbarnið, sum ikki er so ungt longur, vónar at síggja nógvar fuglfirðingar og ítróttarvinir kring landið í Fløtugerði seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald