Annað

Kontrast FM í Stórhøllini á Hálsi

Stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo verður leygardagin.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-04-25 19:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 27. apríl verður stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo. Hetta tiltak er nú komið í eina fasta legu, og er samstarvið millum hesi trý sersambondini gott.

Dagarnar frammanundan stóra finaludegnum hava ítróttagreinirnar havt innleiðandi umførini og funnið tey, sum skulu spæla finalurnar.

Dagurin byrjar kl. 10.00 við finalunum í tvímansleiki hjá kvinnum í badminton og borðtennis.

Síðani koma finalurnar sum perlur á einum snóri.

Klokkan 13 byrjar Kringvarpið at senda beinleiðis, og verður byrjað við judo, og sent verður til seinasta finalan er spæld.

- Borðtennissamband Føroya, Badmintonsamband Føroya og Judosamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder