Brøðurnir Regin og Bárður Johannessen hava kappast við rossum í nógv ár, men árið í ár verður helst eitt minniligt ár hjá teimum, tí saman við dóttrini hjá Bárði, Ása Bárðadóttir, vunnu teir meira enn helvtina av FM-heitinum, sum dystast skuldi um í gjár, skrivar Ríðisamband Føroya.
Regin Johannessen vann kappingina í Tølt. Hann kappaðist við hestinum Brynjar, sum Johny Kjærbo eigur.
Bárður Johannessen vann Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu, sum hann sjálvur eigur.
Ása Bárðadóttir vann kappingina Tvíspor Ung. Hon endurvann FM frá í fjør á ryssuni Sílfa, ið hon sjálv eigur.
Eingin av teimum hevði tryggjað sær FM-heitið áðrenn kappingina í gjár, og øll høvdu sera sterka mótstøðu, skrivar Ríðisambandið. Men hóast tað, eyðnaðist tað hjá øllum trimum at vinna FM.
Les eisini: Barbara og Svanna vunnu FM í tvíspor
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald